Oljukreppan heldur áfram

Fyri fyrstu ferð síðani 2004 er prísurin á Norðsjóarolju undir 30 dollarar fyri fatið. Norskt oljufelag sigur 20 prosentum av starvsfólkunum úr starvi.

Fyri fyrstu ferð síðani 2004 er prísurin á Norðsjóarolju follin til undir 30 dollarar fatið. Ein norskur oljugreinari vil vera við, at um prísurin verður verandi um 30 dollarar fatið, fer tað at hava álvarsama ávirkan á oljuvinnuna.

- Vinnan royna nú at laga seg til ein prís, sum eitur 60 dollarar ella kanska 50 dollarar fatið, men tað er einki av teimum stóru feløgunum, sum bera seg, um prísurin einans verður 30 dollarar fatið, sigur Trond Omdal frá Pareto Securities við E24.

 

Tað er kríggið millum bíliga oljusandin hjá USA og stóru goymslurnar hjá Iran, sum nú trýstir prísin á olju niður. 

 

Lágu prísirnir hava longu ført til at nógv fólk hava mist starvið í oljuvinnuni í Norðsjónum, og í dag boðaði norska Odfjell Drilling at heili 20 prosent av starvsfólkunum verða søgd úr starvi. Talan er um 230 starvsfólk. Við hesum 230 fólkunum hevur Odfjell Drilling sagt 800 fólkum úr starvi seinastu tvey árini.