Norsku myndugleikarnir hava bannað Statoil at halda fram við oljuleitingini í Barentshavinum, fyrr enn dálkingareftirlitið hevur kannað, hvussu tað kundi bera til, at leitingarpallurin "Eirik Raude" misti hálvtannað tons av hydraulikolju í havið týsdagin.
Stjórin í dálkingareftirlitinum, Håvard Holm, sigur við Aftenposten, at eftirlitið hevur alla tíðina ivast í, at oljufeløgini eru før fyri at halda reglurnar, sum eru settar fyri leiting í Barentshavinum. Víst verður á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at olja er likin í havið, tí tað hendi tvær ferðir, tá Hydro leitaði eftir olju í Barentshavinum. Hydraulikolja verður hildin at vera sera skaðilig fyri umhvørvið, og tað er álagt feløgunum at hava eina skipan, sum forðar fyri, at hendan oljan kann renna út í havið.
Thorild Widwey, oljumálaráðharri, heldur, at oljufeløgini mugu leggja størri dent á vandan fyri dálking í framtíðini, men hon ásannar, at eingin kann veita trygd fyri, at tílíkt ikki kann henda aftur. Norskir fiskimenn og umhvørvisfelagsskapir hava mælt frá oljuleiting í Barentshavinum, tí leiðin hevur so stóran týdning fyri fiskivinnuna.