Oljumiðdepilin í Føroyum: Skálafjørðurin

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Runavíkar kommuna
-----

Altjóða oljumessan “Offshore Eur­ope” í Aberdeen er av á hes­um sinni. Føroyar vóru væl umboðar m.a. av vinn­u­lívsfólki og politikarum og umboð fyri Runavíkar komm­unu vóru eisini til­staðar hesar dagarnar, sum mess­an var. Fyri Runa­víkar kommunu er tað av stór­um týdningi at lut­taka, tí Skála­fjørðurin er olju­mið­depilin í Føroyum og á slíkum messum hittast nærum øll, sum ar­beiða í hesi vinnu, so nógv er at samskifta um. Serliga hetta at læra av royndum hjá sonevndu oljulondum, sum t.d. Norra og so hetta at leggja framtíðarætlanir í oljuhøpi.
Norðmenn hava gjørt nógvar royndir í oljuvinnuni, og eru teir fúsir at geva okk­um góð ráð, nú vit standa á gáttini at olja verður funnin í føroysku undirgrundini. Nakað av tí, sum norsku roynd­irnar undirstrika er m.a.:
• Spjaðið ikki alt olju­virksemið, men savnið tað heldur á einum stað. Hetta ger, at besta nyttan fæst burturúr og verður ein skilagóð íløga fyri bæði vinnu og landið alt.
• Umráðandi er, at olju­út­gerðarhavnin, sum skal tæna møguligum fram­tíðar oljufundum liggur tætt við flogvøll, hevur stórt uppland, er í fólka­ríkum øki og at stór fíggjar­lig orka er tilstaðar.
Nú gott og væl 10 ár eru liðin, síðani fyrstu olju­bor­ingina á føroyska land­grunninum, so vita vit øll, at staðsetingin fyri oljuútgerðarhavnina bleiv Runavík, og at tað var vinnan sjálv, sum gjørdi hetta valið. Orsøkirnar til valið vóru fleiri, og kann eg nevna nakrar:
• Skálafjørðurin er náttúru­havnin í Føroyum
• Stórt uppland er við Skála­fjørðin
• Koyrir tú ein tíma, so ert tú á flogvøllinum
• Økið er fólkaríkt
• Á Skálafjørðinum og í Eysturoynni allari hava vit eitt sterkt og stak fjøl­broytt vinnu- og handils­lív, sum megna allar upp­gávur, sum hava við oljuvirksemið at gera

Hesi árini, sum borað hev­­ur verið, hava vit á Skála­fjørðinum og í Eysturoynni prógvað, at valið var rætt. Vit hava væl og virðiliga staðið royndina.
Runavíkar kommuna hev­ur seinastu árini fyri­reikað seg til framtíðina í oljuhøpi, og eingin ivi skal verða um, at oljumiðdepilin heilt náttúrliga liggur á Skálafjørðinum – alt annað er eisini í andsøgn við royndir aðrastaðir frá.