Av samlaðu orkunýtsluni til skip, bilar, upphiting og streym, vóru bara 6 prosent grøn orka, og 3 prosent komu frá brendum ruski. Oljunýtslan gav tískil 91 prosent av orkuni, vit nýttu í 2019.
Sostatt er olja framvegis nógv tann týdningarmesta orkukeldan.
Heimsins orkunýtsla er seinastu árini vaksin við 1,5 prosenti um árið. Føroyska orkunýtslan er vaksin meira. Í fjør vaks hon við 2,3 prosent, skrivar Orkuskifti, sum er skipað samstarv millum Elfelagið SEV og Orka, sum er deild á Umhvørvisstovuni.
Tað er olja, sum er vaksandi orkukeldan. Vit nýttu 287.000 tons av olju í fjør til upphiting, til streymframleiðslu og til flutning, 12.000 tons meira enn árið fyri, og tað svarar til ein vøkstur á 4,4 prosent.
Vøksturin er serliga farin til streymframleiðslu.
Skip og akfør nýta meir enn helvtina av orkuni
41 prosent av orkuni verða nýtt á sjónum, til fiskiskap og sjóvegis flutning. Á sjónum verður einans olja nýtt.
Á landi er flutningsstøðan næstan hin sama. Enn eru bert 208 el-bilar, og teir muna lítið í roknistykkinum. Parturin, sum fer til flutning á landi, er umleið 12 prosent av samlaðu orkunýtsluni.
Hitapumpur hita ein tíggjundapart
Orka til upphiting kemur bæði frá olju, hitapumpum og fjarhita, men parturin frá olju er nógv størstur, heili 88 %.
Umleið níggju prosent av húsaupphitingini er við hitapumpum. Hesar nýta streym, men spara samstundis olju. Umleið 30 prosent av húsahitanum frá eini hitapumpu stava frá elorku og 70 prosent frá jørðini ella luftini, sum tær taka hita úr. Jú grønari elorkan er, jú nærri nærkast orkunýtslan til upphiting at verða 100% grøn. Hitapumpur brúktu í 2019 16 GWh av el-orku, tóku 35 GWh úr luft ella jørð, og lótu 51 GWh til upphiting.
Av tí at nýggi parturin av Sundsverkinum enn ikki er liðugur, er ongin fjarhiti latin av Sundi í 2019. Sostatt stavar fjarhitin frá brennistøðini á Hjalla, men eisini frá oljunýtslu.
##med2##
Streymframleiðslan nýtir minst olju
Streymframleiðslan er grønasti parturin av orkukervinum. Okkurt árið hevur helvtin av framleiðsluni hjá SEV verið frá vindi og vatni, men hetta er sjálvandi tengt at veðrinum.
Í fjør vóru ikki so nógvir dagar við vindi, og tískil var grøna framleiðslan 40 prosent av samlaðu streymframleiðsluni. Kemur ferð á planløgdu vindmylluútbyggingarnar, fer hetta talið at vaksa munandi, skrivar Orkuskifti.