Oljupengar
Mikukvøldið verður Oljuting hildið í Skálanum á Sjómansskúlanum. Evni á fundinum er: kann gransking, stuðlað av oljupengum, gagna verandi vinnum? Hvørjar treytir eru fyri brúk av oljupengum til førleikamenning og føroyska luttøku? Og hvør skal førleikamennast. Fyrilestrarhaldarar verða Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og Petur Joensen, deildarleiðari á búskapar- og vinnudeildini í Oljumálaráðnum.
Hetta eru spurningar, sum hava verið frammi í almenna kjakinum áður. Eitt nú hevur verið funnist at, at umrøddu oljupengar ikki eisini fara til onnur endamál í samfelagnum so sum til mentanina. Petur Joensen, deildarleiðari á búskapar- og vinnudeildini í Oljumálaráðnum er tann, sum meira ella minni hevur umsitið hetta málið, síðani oljufeløgini fingu leitiloyvi í ár 2000. Hann váttar, at teir hava arbeitt við at gera eina skrivliga reglugerð fyri, hvussu farast skal fram í hesum málinum. Upprunaliga vórðu 85 mill. kr. í tí puljuni, sum oljufeløgini hava játtað at lata fyri at fáa leitiloyvi. Nakað er brúkt hesi bæði fyrstu árini og eftir at brúka til 2006, tá loyvini ganga út, er nakað væl omanfyri 50 mill. kr. skilst.
Í loyvunum stendur, at peningurin skal brúkast til vinnuliga førleikamenning innan olju- og gassídnaðin. Petur Joensen sigur, at hetta hevur so verið praktiserað eitt sindur víðari enn orðað hevur verið í loyvinum. Hetta er fyrstu ferð, at man hevur skula tikið støðu til slíkt og tí hevur man eisini roynt at finna skilabesta framferðarháttin. Ætlanin var ongantíð, at Oljumálaráðið skuldi umsita peningin sum so. Ætlanin hevur alla tíðina verið, at oljufeløgini sjálvi sum liður í føroysku luttøkuni í eini oljuvinnu, skuldu lata pengar til førleikamennandi verkætlanir innan vinnuna og síðani eisini fylgja málunum upp. Pengarnir, sum eru brúktir higartil, eru farnir til vinnumenning og til undirvísing og gransking. Ætlanin var so eisini, at oljufeløgini sjálvi skuldu engagera seg við at fáa føroysku vinnuna við í eina komandi oljutilgongd.
Uppá fyrispurning um tað er uppá tal at víðka karmin soleiðis at oljupengar eisini kunnu fara til mentanarligar verkætlanir og tiltøk sigur Petur Joensen, at tað hevur so ikki ligið í kortunum higartil. Skal hetta við oljupengunum praktiserast øðrvísi enn tað hevur verið gjørt, so er tað ein politiskur spurningur at fremja ta broytingina. Men sum sagt liggur tað so ikki í kortunum.
Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum váttar, at tey hava arbeitt við at gera eina neyvari reglugerð fyri játtan av pengum frá oljufeløgum, soleiðis at skipanin verður eitt sindur breiðari enn orðað í loyvunum. Men tað verður framhaldandi vinnan, sum verður í fokus, tá oljupengar verða latnir til førleikamenning. Men hann leggur áherðslu á, at har er so eisini talan um útbúgving og gransking, sum hann eisini heldur kann koma undir heitið mentan. Helst verður tað so, at gransking og útbúgving fer at verða uppaftur hægri raðfest, tá tað í framtíðini ræður um at lata oljupengar til førleikamenning.