Oljuprísir og Føroyar

tíðindaskriv

"What might a world of high oil prices mean for the Faroe Islands?" Tað er evnið, sum vártingið hjá Oljutinginum fer at viðgera




Á Vártinginum hjá Oljutinginum fer Professor Paul Stevens frá Centre for Energy, Petroleum and Mineral Law and Policy, á Universitetinum í Dundee at halda fyrilestur undir heitinum, "What might a world of high oil prices mean for the Faroe Islands?".
Úti í heimi hava ymisk viðurskifti ført við sær, at oljuprísurin á heimsmarknaðinum er støðugt hækkaður, soleiðis at miðalprísurin higartil í ár hevur ligið omanfyri 45 dollarar fyri tunnuna, og fyri stuttum setti oljuprísurin met við at fara uppum 55 dollarar fyri tunnuna. Við tí høga oljuprísinum á heimsmarknaðinum er nevndin í Oljutinginum fegin um at hava fingið Professor Stev-ens at greiða frá hesum sera viðkomandi evni.
Føroya Kolvetni stuðlar Vártinginum, og kemur Nils Sørensen, stjóri, at greiða frá Føroya Kolvetni og teirra framtíðar ætlanum innan oljuvinnuna. Eisini stuðla Atlantic Airways og Hotel Hafnia tiltakinum.
Aftaná fyrilestrarnar verður høvi hjá áhoyrarun-um at seta spurningar.
Vártingið verður mikukvøldið 30. mars 2005 kl. 19.00 í Listaskálanum.
Seminar
Í sambandi við vitjanina, fer Professor Paul Stevens eisini saman við Fíggjarmálaráðnum at hava seminar fyri búskaparfrøðingum, sum starvast í føroysku aðalráðunum, stovnum og ráðum v.m. Evnið á tí seminarinum verður, "How much of the ?resource curse? debate is relevant for the Faroe Islands?". 'Re-source Curse' vísir til búskaparliga ástøðið um at lond, ið eru rík í náttúrutilfeingi ofta ikki hava eins stóran búskaparvøkstur og onnur lond, ið ikki hava nógv náttúrutilfeingi. Viðgjørt verður í hvønn mun hetta ástøði er galdandi fyri Føroyar og búskaparligu menningina í Føroyum. Væntandi verður hetta eitt áhugavert tiltak hjá búskaparfrøðingum og øðrum, ið hava áhuga fyri búskaparligu avleiðingunum av einari møguligari oljuvinnu umframt samfelagsbúskaparligari menning sum heild. Høvið verður eisini hjá áhoyrarunum at seta spurningar, og vónar Professor Stevens at orðaskiftið verður gevandi.