Í julimánaði var oljuprísurin tann hægsti á heimsmarknaðinum í ár. Oljuprísurin í Føroyum hækkaði eisini tá, men ofta undrast fólk á, hví prísirnir í Føroyum ikki skifta beinleiðis saman við heimsprísinum.
- Oljuprísurin í Føroyum ávirkast sjálvandi av tí, mann kallar dollarar fyri tunnuna, løtuprísinum fyri olju, um mann vil, men onnur ting gera eisini sína stóru ávirkan á oljuprísin í Føroyum. Serliga er tað kursurin hjá donsku krónuni mótvegis dollarinum, tí tað kann gott verða at oljuprísurin lækkar, men dollarin samstundis hækkar í kursi, kann tað væl henda, at keypsprísurin hjá okkum er tann sami, sum áðrenn prísbroytingina, sigur Hendrik Egholm, stjóri í Føroya Shell.
Sambært Hendriki Egholm er tað júst hetta, sum er hent seinastu mánaðirnar.
- Oljuprísurin er síðani í julimánaði minkaður rættiliga nógv, tó er dollarin samstundis hækkaður rættiliga nógv, og tað hevur við sær at keypsprísurin hjá okkum ikki er minkaður nakað serligt, og tá fólk siga at vit broyta prísirnar nógv seinni enn aðrastaðni, kemst tað av, at vit fyrst vilja síggja tendensin á marknaðinum, so vit ikki mugu broyta prísir alla tíðina, sigur Hendrik Egholm.
Frá Føroya Shell greiða teir eisini frá, at oljuavgjaldi saman við prísi og dollarakursi, hevur eitt sindur at siga, tí tað er eitt fast gjald fyri liturin, og ikki broytist á nakran hátt. Hetta hevur við sær at prísurin í Føroyum ikki broytist so ógvusligt, sum heimsprísurin ofta ger.
Talan er um somu vøru
Onkuntíð ivast fólk, um hví Shell og Statoil ikki seta nakra veruliga kapping inn um oljuprísin.
- Vit selja júst somu vøru, og tað hevur beinleiðis við sær, at vit á ongan hátt kunnu kappast um at vera bíligari enn hin parturin. Vit eru tveir leikarar á einum marknaði, sum selja júst somu vøru, og geva okkum heldur ikki út fyri nakað annað, samstundis er fullkomiligt gjøgnumskygni á marknaðinum, tí prísirnir eru altíð almennir, fortelur Hendrik Egholm.
Rentan hevur líka nógv at siga
- Í løtuni brigsla nógv fólk oljuni fyri at hava alla skuldina, tá eitt húsarhald ella eitt skip fær trupulleikar, men tað sum hevur minst líka nógv at siga, er at rentan er hækkandi. So í veruleikanum er tað ikki bara oljan, sum hevur nakað at siga fyri skipini. Rentan, lágir prísir og vantandi fiskiskapur hava minst líka nógv at siga fyri skipini, men tað er á ein hátt lættast at geva oljuni skuldina, tí tað er so stórt gjøgnumskygni, sigur Hendrik Egholm, um hví so ofta hoyrist um at oljuprísurin hevur elvt til at fleiri skip eru lagt.
Til húsarhaldini heldur Hendrik Egholm, at besti vegurin fram, er at útvega betri bjálving til húsini, so nýtslan gerst minni.
Væntar at prísurin lækkar
Seinastu tíðina er oljuprísurin lækkaður eitt sindur, aftaná stóru hækkingarnar seinastu árini.
- Tað eg hoyri inni í Shell, er at prísurin helst fer at lækka meira á heimsmarknaðinum, tí búskapirnir fara ikki at klára at fylgja við, og eftirspurningurin fer tí at minka eitt sindur. Hetta er tó onki mann kann siga við vissu. Men við vissu kann eg siga, at vit fara at halda fram at fylgja altjóðamarknaðinum viðvíkjandi oljuprísinum, greiðir Shellstjórin frá.
Í dag er prísurin á gassolju 7,60 krónur fyri liturin, sammet við prísin í juli, sum var 8,73 krónur fyri liturin, er hetta ein lækking uppá umleið 13 prosent, men í sama tíðarskeiði er dollarin vaksin við næstan 10 prosentum, so leysliga líkist í Føroyum rættiliga nógv minkingini uppá 26 prosent á heimsmarknaðinum síðani í julimánaði.