Oljuprísirnir hava verið væl hægri

Ein talva á heimasíðuni www.oilnergy.com yvir brentoljuprísir vísir, at oljuprísirnir vóru væl hægri eitt skifti í 2008, enn teir eru í dag

OLJUPRÍSIR

Nú heimaflotin liggur, tí reiðarar ikki fáa manningarfeløgini at luttaka í oljuútreiðslunum hjá øllum skipabólkum yvir ein kamb, hava vit hugt á heimasíðuna www.oilnergy.com, har talva er, sum vísir brentoljuprísirnar árini 1988 til 2010.
Talvan vísir, at oljuprísirnir eru rættiliga høgir og hava verið hækkandi mest sum út í eitt síðan í 2009.
Men tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at prísirnir í dag eru teir hægstu nakrantíð.
Talvan vísir nevniliga, at prísurin fyri hvørja tunnu av olju eitt skifti í 2008 var væl hægri, enn hann er í dag.
Tá brentoljuprísurin var hægstur í 2008, var prísurin fyri hvørja tunnu omanfyri 130 krónur. Í dag liggur hann sambært hesi talvu um 85 krónur fyri tunnuna.
Talvan vísir eisini, at tað serliga er síðan ár 2000, at veruligur røringur er komin í oljuprísirnar. Onnur ár í tíðarskeiðnum frá 1988 til ár 2000 hava eisini sveiggj verið í prísunum, men hesi hava ikki verið nær til so stór, sum eftir ár 2000.
Vit minnast, at tá oljuprísirnir vóru hægstir fram ímóti sumri 2008, løgdu pelagisku skipini stilt, tí tað loysti seg ikki at loysa skipini.
Tá sá rættiliga svart út hjá øðrum skipabólkum eisini og serliga hjá trolarum, sum brúka nógva olju. Stúrt varð fyri, at allur trolaraflotin fór at liggja bundin við bryggju.
Men tá farið varð um hálvárið 2008, lækkaðu prísirnir aftur, og við ársenda 2008 var prísurin fyri hvørja tunnu sambært viðheftu talvu aftur niðri á umleið 45 krónum.
Í 2009 byrjaðu prísirnir aftur at hækka, og í 2010 lógu teir støðugt um einar 75-85 krónur fyri tunnuna, sum eisini er brentoljuprísurin í dag.
Meiri um oljuprísir kann lesast á heimasíðuni www.oilnergy.com