Altjóða oljuprísurin er í dag tann hægsti, hann hevur verið síðani 2014. Oljuprísurin er støðugt hækkaður seinastu árini, og nú ger ein fráboðan hjá amerikanska forsetanum, at prísurin ger eitt lop afturat.
Tað skrivar Reuters.
Donald Trump hevur boðað frá, at USA tekur seg úr avtaluni við Iran um kjarnorkuvápnaætlanina hjá landinum, og tað fer at hava við sær, at útboðið av olju fer at minka.
Ein tunna av norðsjóvarolju kostar í dag 76,42 dollarar á asiatiska marknaðinum, og tað er hægsti prísur síðani 2014.
Greinari hjá Mitsubishi UFJ Research sigur við Reuters, at minkar útboðið av olju við einari millión tunnum, tí tiltøk verða sett í verk í móti Iran, kann oljuprísurin fara at hækka upp í 90 dollarar fyri tunnuna.