Prisurin á olju er hækkaður nógv síðstu tíðina. Í gjár varð ein tunna av Norðsjóvarolju seld fyri meira enn 93 dollarar. Fleiri greinarar halda, at prísurin kann fara upp um 100 dolllarar fyri tunnuna seinni í 2011. Tað er serstakliga tann betraði heimsbúskapurin og økti eftirspurningurin úr Kina og India, sum hála oljuprísin uppeftir. Tann kaldi veturin í Europa og Norður Amerika hevur eisini verið við til at trýsta prísin uppeftir.
Ein ov høgur oljuprísur fer hinvegin at hava neiliga ávirkan á vøksturin í heimsbúskapinum, og tí eru serfrøðingar ikki á einum máli um, hvussu nógv prísurin á olju fer at hækka. Tey síðstu árini hava víst, at tað er serstakliga trupult at meta um framtíðar oljuprísin.
Oljuprísurin hevur flutt seg nógv í ár. Í januar mánað í ár var prísurin umleið 80 dollarar fyri tunnuna og fall síðani heilt niður á 69 dollarar fyri tunnuna í februar. Frá februar til mai hækkaði prísurin aftur støðugt, og kom heilt upp ímóti 90 dollarar tunnuna fyrst í mai mánað og fall síðani heilt niður ímóti 70 dollarar tunnuna sama mánað. Síðani tá hevur prísurin svingað nógv, men hevur tó peikað uppeftir. Fleiri greinarar halda, at hesin óstøðugi prísurin fer at halda áfram í eina tíð afturat.