Seinnapartin kom prísurin upp í 98,10 dollarar á marknaðinum í New York Oljuprísurin nærkast nú aftur 100 dollarum fyri tunnuna. Seinnapartin kom hann upp í 98,10 dollarar á marknaðinum í New York, skrivar Bloomberg News.
Tað er serliga tann ótrygga støðan í Nigeria, sum er orsøkin. Spenningurin har hevur gjørt, at oljuframleiðslan er minkað eina hálva millión tunnur um dagin.
Men tað er ikki bara spenningurin í Nigeria, sum trýstir oljuprísin upp. Morðið á Benazir Bhutto hevur økt spenningin í Miðeystri, og sjeyndu vikuna á rað eru amerikonsku oljugoymslurnar minkaðar.