Oljuprísurin fall 6% í gjár og hækkaði aftur 1% í dag. Tað skrivar elfelagið SEV á síni heimasíðu í dag.
Víst verður á, at oljuprísirnir fullu nógv í gjár, eftir at altjóða orkustovnurin, IEA, óvæntað gjørdi av at taka burtur av neyðgoymslunum sum eina loysn í staðin fyri vantandi oljuveitingar úr Libya. Hetta hendir samstundis sum mong búskaparlig krepputekin eru í heiminum.
- Oljuprísirnir fullu við meira enn átta dollarum til tað lægsta í fýra mánaðir, sigur SEV.
Tað er bert komið fyri tvær ferðir áður, at IEA hevur brúkt burtur av eykagoymslum til tess at stuðla upp undir heimsbúskapin.
- Eftir at borgarakríggið í Lybia tók seg upp í februar, hava oljuprísirnir verið undir trýsti, og IEA hevur tí gjørt av at senda 60 miljónir tunnur av olju á marknaðin, sum økir alheims útboðið við nærum 2,5%.
SEV skrivar, at avgerðin skelkar fleiri eygleiðarar, tí roknað varð við, at Saudi Arabia fór at fáa stundir til at fylla upp nýliga fallið í útboðnum av olju.
USA sigur, at landið er til reiðar at senda fleiri eykagoymslur av olju út á heimsmarknaðin um neyðugt, orsakað av ólagnum í veitingunum í Miðeystri.
- Trupulleikarnir á oljumarknaðinum kunnu skaða skroypiligu endurreisingina av alheims búskapinum, sigur IEA í eini frágreiðing um avgerð sína.
IEA, ið varð stovnað eftir oljukreppuna í 1974, hevur høvuðsstøð í París. 28 ídnaðarlond settu hann á stovn at taka sær av oljugoymslum.
- At oljuprísurin hækkaði aftur í dag við 1%, er ein náttúrlig reaktión eftir fallið í gjár, sum man fara at hvørva aftur, sigur Anthony Nunan, stjóri fyri risk management hjá Mitsubishi í Toyko, við Bloomberg News.
Amerikanska WTI-oljan kostar í dag 91,96 dollarar fyri tunnuna, og evropeiska Brent-oljan kostar 108,3 dollarar fyri tunnuna.
Tað skrivar SEV á síni heimasíðu í dag.