Oljuprísurin tann hægsti í fýra ár

Í gjár var prísurin á einari tunnu av ráolju tann hægsti, hann hevur verið síðani 2014.

Seinasta lopið gjørdi oljuprísurin, eftir at USA setti handilstiltøk í verk ímóti oljuframleiðandi landinum Venusuela, har forsetaval hevur verið um vikuskiftið.

Í gjár kom prísurin á einari tunnu av europeiskari brent-olju upp á slakar 80 dollarar. Prísurin á amerikansku WTI-oljuni var 72,39 dollarar fyri tunnuna.

Bloomberg News sigur seg vita, at oljugoymslarnar fara at minka komandi tíðina, og handilstiltøk ímóti Iran og Venusuela gera, at útboðið minkar. Hetta leggur trýst á oljuprísin, sum hevur verið støðugt hækkandi seinastu tíðina.