Oljuprát

Kjartan Hoydal var í farnu viku gestur í Sjónvarpinum í einum áhugaverdum práti um føroyska oljuvinnu.

Uppá fyrispurning um vit áttu at havt eitt alment oljufelag, skiltist á honum, at hesin partur av vinnuni verður væntandi røktur nøktandi av teimum privatu. Kom tað almenna uppí skuldi tað ? eins og Atlantic Petroleum ger nú ? satsa við sínum innskotspeningi (skattaborgarans). Hetta alt eftir um tann dagur upprennur at olja finnst í rakstrarverdum nøgdum ella ikki. Tað kann væl vera, at hetta hevði verið treytin tað almenna felagið varð noytt at ganga undir fyri at kunna luttaka.
Men vit vita aðrarstaðni frá, eitt nú úr Danmørk og úr Noregi, at tað eyðnaðist tí almenna har at samráða seg fram til eina skipan har tað almenna oljufelagið tey fyrstu árini slapp at luttaka sum ein ?borin? partur. T.v.s. at tey bjóðandi feløgini játtaðu at leggja kostnaðin út fyri tað almenna felagið (í Danmark var parturin hjá Dopas upp til 20 prosent) til inntøkur einaferð komu. Síðani var tann ígjøgnum árini akkumuleraða upphædd afturgoldin oljufeløgunum. Víðari varð avtalað, at skuldi tað hent, at ongin olja varð funnin og tí ongar inntøkur komu, ja so vóru tað oljufeløgini sum høvdu satsað og bóru allan kostnaðin av hesum.
Um umstøðurnar til slíkar avtalur í dag eru heilt ørðvísi, dugi eg ikki at meta um. Men at tað eyðnast Atlantic Petroleum at samráða seg fram til eina optión, sum gevur rættindi til at ogna sær úr 0,1% upp til heili 5% í felagnum, um áhugi nú verður fyri tí, sigur helst eitt sindur um viljan hjá oljufeløgunum at veita føroyskum áhugamálum sersømdir.
Kári Petersen, búskaparfrøðingur og Regin Hammer frá Dong vóru herfyri frammi við einum roknistykki, um hvat kundi fáast burtur úr einum oljuøki á stødd við tey bæði sunnan fyri føroyska markið, sum eru millum 300/400 mió tnd hvørt. Minnist meg rætt mettu teir, at við einum tunnuprísi uppá 21 US$, lógu um 17 % av bruttoúrtøkuni eftir í kolvetnisskattum í Føroyum. 50 % fóru til at fáa oljuna upp og so vóru 33% eftir til sjálv oljufeløgini og teirra rakstur. Eitt slíkt økið verður mett at geva olju í eini 20-25 ár.
Í Noregi, Danmørk og í Onglandi har teirra egnu heimligu feløg: Statoil, Maersk, Dong, BP, Shell, British Gas o.a. standa fyri útbygging og framleiðslu, man roknistykkið helst verða øvugt. T.v.s. har liggur nógv tann stórsti parturin av teimum 50% + 33 % sum avleitt virksemi heima, meðan restin fer í skattum. Hetta sigi eg uttan at vita tað, men havi varhugan av tí.
Í løtuni eiga føroyingar 1 túsundapart í hesu vinnu og hava møguleika til, við einum á Guernsey skrásettum felag, at hækka nakað um privatu føroysku luttøkuna. Hetta treyta av, at íleggjarar á London Stock Exchange trúgva uppá, at Hess hevur funnið ein elefant, hvørs langi trantur røkkur inn á økið hjá Agip.
Við einum ?bornum? føroyskum oljufelag hevði helst ein munandi størri partur ligið eftir í Føroyum, ( samb. roknistykkið oman fyri einar 6-7 mia við 20 % luttøku) enn við tí leisti vit arbeiða eftir í dag. Eftir mínum tykki verður alt ov stórur dentur lagdur á ?føroyskan keikant?. Tað er av nógv stórri týdningi, at hava eyguni eftir at skatta- og aðrar viðkomandi lógir syrgja fyri, at mest møgulig úrkoma av hesum tilfeingið, verður liggjandi eftir í Føroyum.
Minnir hetta okkum ikki sørt um toskin, sum vit avreiddu óvirkaðan uttanlands? Og hann varð enntá veiddur á føroyskum kjøli. Ta støðuna mettu vit ikki verða serliga skilagóða. Oljutilfeingið er ætlanin so gott sum alt at ?veiða? á útlendskum kjøli og avreiða beinleiðis í útlandinum.
Skuldi tað hent seg, at olja er við Føroyar í rakstrarligum nøgdum, hava vit tá loyvi til, yvirfyri okkara eftirkomarum, at lata so lítlan part av landsins tilfeingið liggja eftir her heima? Tað sum krevst í hesu vinnu er ikki nógv annað enn í øllum øðrum vinnum, nevnliga: vit, skil, árræði og eitt sindur av peningi. Og her má sigast at Atlantic Petroleum hevur víst vegin.
Fyrsta útbjóðingarumfar er farið, so har kemst ikki afturumaftur. Spurningurin er so: skulu vit lata oljuna liggja í friði til vit sjálvi eru búgvin og før fyri at handfara hana, so vit fáa frægari burturúr enn hesi 17 % pluss keikantin?
Ella skulu vit skunda undir stovnsetanina av einum almennum føroyskum oljufelag, sum ígjøgnum Oljumálastýrið í einum møguligum komandi útbjóðingarumfarið kann tryggja Føroyum sersømdir, sum í eins stóran mun, ikki kunnu veitast privatum feløgum? Og tá hava vit ráð til at droppað ?føroyskan keikant?.