Vanliga gongur hálvur dagur, frá tí at annað oljufelagið broytir prísin, til hitt felagið tillagar prísin, so bæði feløgini hava somu prísir.
Men nakrar ferðir síðani kríggið í Ukraina, hava prísirnir verið ymiskir, tó at munurin ikki hevur verið tann stóri. Prísurin er broyttur oman fyri 30 ferðir síðani 24. august, tá Russland legði á Ukraina.
Seinastu tríggjar vikurnar er oljuprísurin fallin í fleiri umførum. Seinast nú 2. og 3. august, tá liturprísurin á ymsu úrdráttunum lækkaði millum 5 og 30 oyru soleiðis, at bæði oljufeløgini nú hava júst somu prísir.
Sum vit skrivaðu á in.fo fyrr í morgun, so finst ST aðalskrivarin, António Guterres, harðliga at altjóða oljufeløgunum fyri at taka sær tað sum hann kallar »ein groteskan vinning« burtur úr orkukreppuni, sum er íkomin eftir kríggið í Ukraina. Hann heitir beinleiðis á landsins stjórnir um at leggja ein eyka skatt á vinningin hjá altjóða oljufeløgunum og at brúka hann til at hjálpa teimum harðast raktu samfelagsborgarunum.
Ein litur av bensini kostar í Føroyum í dag 13,94 krónur. Ein litur av diesel kostar 12,89 krónur. Og ein litur av húsarhaldsolju kostar 12,15 krónur.
Síðani 24. februar, tá Russlandi gjørdi innrás í Ukraina, eru bensin og olja dýrkað sera nógv.
Mest er tað gingið út yvir húsarhaldsoljuna, sum nú kostar 35 prosent meira, enn hon gjørdi 24. februar. Diesel er hækkað við 32,2 prosentum, og bensinið er hækkað við 20,8 prosentum.