Olja og fiskur
Hvussu heldur Jake Rice, at oljuleiting og og ein møgulig oljuframleiðsla fara at ávirka vistskipanina kring Føroyar?
Eg havi skilt á fólki frá eitt nú Statoil, á fundunum vit høvdu í Havn, at teirra mál er at bera seg ábyrgdarfult at og samvinna við fiskivinnuna til tess at skapa øllum eina góða framtíð. Tað ber til. Men tað krevur, at allir partar vísa ábyrgd og vilja samstarva.
-Vil tú harvið siga, at føroyskir fiskimenn eiga at bera ótta fyri, at ein komandi oljuvinna skal hava ringa ávirkan á fiskvinnuna?
-Eg haldi, at altjóða oljuídnaðurin hevur lært av sínum royndum at virka ábyrgdarfult, tá tað veldst um eitt reint umhvørvi. Oljufeløgini eru eisini pliktað til at liva upp til hesi krøv í Føroyum. Men eg arbeiði ikki fyri oljuvuinnuna og kann tí ikki tosa fyri hana. Tó haldi eg ikki nøkur orsøk er at bera ótta fyri eini oljuvinnu. Arbeiðið saman við henni og tryggið tykkum, at alt tað henda vinna hevur lært aðrastaðni verður brúkt her eisini. Síggið fram til eina sunna fiskivinnu og búskaparligan vinning frá oljuni. Tað er ein verulig framtíð at byggja á.
-Kann tað hugsast, at inntøkur frá eini lønandi oljuvinnu kunnu vera við til at minka um trýstið á fiskastovnarnar?
-Um býti av vinninginum frá oljuvinnuni verður rætt handfarið. Tað fer ikki at kosta føroyska búskapinum so nógv at halda eitt sindur aftur við fiskiskapinum, um tað eru alternativar inntøkukeldur. Tað kann vera positivt.