Olli er føddur og uppvaksin í Sørvági, har hann lærdi til skómakara. Hann flutti seinni suður til Vágs, har hann byrjaði sum skósmiðjur 29. februar 1948. Olli arbeiddi sum skósmiðjur og vulkaniseraði gummiskógvar. Seinni fór hann undir at vulkanisera bildekk og bobbensar til skip. Hann bygdi bil- og vulkaniseringsverkstaðin Auto Vulk í Vági. Umframt arbeiðið við verkstaðinum var hann koyrilærari og koyrdi hýruvogn, og hevði hann fasta koyring við lækna og ljósmóðir. Miðskeiðis í 80-unum flutti hann til Havnar. Í Havn arbeiddi hann sum koyrilærari og hevði egnan koyriskúla. Olli hevur verið ein góður maður, pápi, abbi og langabbi. Hann eigur 5 børn og 30 abba og langabbabørn.