Olofson fekk loyniboð í Barentshavið

Privatu telefaxini frá konuni vóru skrivað við grikskum bókstavum, so bara Peter O. K. Olofson kundi lesa tey, tá tey komu umborð á Ljósafelli. Fyrrverandi presturin hevur skrivað bók um fyrsta túrin til sjós

 

Peter O. K. Olofson tók til málsligar snildir, tá hann var til skips við Ljósafelli í fjør.

Hetta greiðir hann frá í nýggjari bók, sum hann hevur skrivað um sín fyrsta veruliga túr til sjós.

Telefonsamrøðurnar vóru fáar, tí tað kostar nógvar pengar at tosa umvegis fylgisvein, og tí høvdu Peter og konan samskifti umvegis telefaxið.

Men við faxum er tann trupulleiki, at tey kunnu koma í skeivar hendur, tá tey verða send umborð á ein trolara, og so er ringt at skriva persónlig brøv til hvør annan.

Men fyrrverandi presturin og kona hansara vóru ikki ráðaleys.


Óskiljandi brøv

Konan skrivaði brøvini til Olofson á donskum, men aftaná syrgdi teldan fyri, at bókstavirnir vórðu broyttir til grikskar bókstavir.

Síðani varð brævið sent í telefaxi umborð á Ljósafelli, og har kundi skiparin so bara staðfesta, at eitt ólesiligt bræv var komin til Olofson.

Fyrrverandi presturin dugir grikska alfabetið, og tí fekk hann lisið brøvini uttan trupulleikar.

? Á hendan hátt kundu eg og konan hava privat samskifti. Tað bar til at verða meiri persónligur, enn um talan var um telefonsamrøður umvegis fylgisvein, skrivar Olofson í nýggju bók síni.


Okkara prestur

Bókin »Da dørene fik sko på« er júst komin út, og Peter O. K. Olofson hevur skrivað bókina sum eitt minni um ein túr til skips.

Olofson var við Ljósfelli á Flemish Cap og í Barentshavinum, og tað sæst í bókini, at hann hevur fylgt væl við í gongdini umborð á skipinum.

Hann greiðir frá arbeiðsgongdini, hendingum av ymsum slagi og um samveruna við føroysku sjómenninar. Hann dregur stundum sín kristnað boðskap uppí frágreiðingarnar, men sjálvt lívið umborð á Ljósafelli fyllir mest í bókini.

Olofson greiðir millum annað frá, at hann stundum varð umrøddur sum »prestur« umborð.

Tá hann var komin heim, lánti hann videoupptøkur hjá einum av manningini. Onkrar upptøkur er gjørdur úr bjargingarbáti hjá skipinum, og tá upptøkumaðurin einu ferðina tekur myndir av skipinum og Olofson kemur uppá, sigur hann: »Hatta er okkara prestur«...


Bókin nógv umrødd umborð

Tá Olofson kom umborð á Ljósfelli fór prátið beinanvegin at ganga um, at hann ætlaði sær at skriva eina bók um túrin. Tí mátti manningin vísa seg frá sínum bestu síðu.

Olofson hevði ikki ætlanir um at skriva slíka bók, hóast hann skrivaði dagbók á túrinum, men tað endaði hóast alt við, at hann vildi skriva nógv umrøddu bókina.

? Tað er menniskju, sum vit hava hitt, sum vit ongantíð síggja aftur, men tað er ikki avgerandi. Vit hava nøkur minni um hesi fólk, og hendan bókin kann so verða eitt minni um ein av teimum mongu túrunum hjá føroyskum skipum, sigur Peter O. K. Olofson um bókina.

Bókin kostar 100 krónur og fæst í bókahandlunum. Tað er OK-Forlagið, sum stendur fyri útgávuni.