Í gjár vóru 1/8 finalurnar í sponsku steypakappingini og tað var dramatiskt. Real Madrid vann eftir longda leiktíð á Elche, meðan FC Barcelona enn eina ferð knekkaði. Umframt at tapa fyri Athletic Bilbao, so blivu Pedri og Ansu Fati skaddir.
Real Madrid hevur júst vunnið sponsku stórsteypakappingina, sum var Saudiarabia. Í gjár var aftur gerandisdagur, tá Real Madrid var gestur hjá Elche. Tað endaði við 2-1 sigri í longu leiktíðini. Øll málini komu í longduleiktíðini, eftir at Real Madrid fekk Marcelo útvístan. Isco og Eden Hazard skoraðu málini.
FC Barcelona er úti av Champions League, úti av meistarastríðnum og tapti í hálvfinaluni í stórsteypakappingini. Í gjár reyk so spanska steypakappingin, eftir ein 3-2 ósigur fyri Athletic Bilbao á útivølli.
Heimaliðið var omaná og vann uppiborið, men ein løtu tóktist FC Barcelona hava munin, men skaðar til Pedri og Ansu Fati gera hetta til eitt dýrt tap. Hartil er Osumané Dembélé settur uttanfyri hópin, tí hann ikki við leingja sáttmálan.