- Hetta er ein "ómetaliga arrogant" framferð, og tað ber boð um eina stjórn, ið als ikki er nóg búgvin til at stjórna einum landi.
Tað siga Kristina Háfoss tingkvinna fyri Tjóðveldi, umframt Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen, tingfólk fyri Javnaðarflokkin.
Tey eru øll limir í fíggjarnevndini, har tey umboða andstøðuna.
Og orsøkin til, at tey taka so harðliga til orðanna, er, at Kristina Háfoss hevur lagt uppskot fyri løgtingið um eina varskógvaraskipan, sum gevur teimum eina serliga verju, tá ið tey boða frá óreglusemi á sínum arbeiðsplássi.
Málið hevur verið viðgjørt í fíggjarnevndini hjá løgtinginum í samfullar fýra mánaðir. Men nú eru umboðini hjá samgonguni komin til ta niðurstøðu, at tað er óneyðugt við eini slíkari skipan.
Les eisini: Óneyðugt við serligari verju til fólk í almennum starvi
Umboðini hjá andstøðuni vísa á, at orsøkin til, at málið hevur verið so leingi í viðger, er, at arbeitt hevur verið við at tillaga tað og at gera semju, tí meirluti var í Fíggjarnevndini fyri at seta í verk eina varskógvaraskipan í gildi.
- Men tíverri hevur samgongan nú forðað fyri eini semju. Tað gjørdist greitt eftir, at málið hevur verið fyri á samgongufundi, siga tey trý umboðini fyri andstøðuna.
Tey trý tingfólkini fyri andstøðuna halda, at samgongan máar støðið undan fólkaræðinum, tí hon hevur nú avgjørt, at øll mál hjá andstøðuni skulu fellast, uttan mun til, hvat talan er um.
- Hetta ber boð um eitt stórt fólkaræðisligt undirskot, og ein stóran fólkaræðiligan trupulleika, tí nú hevur andstøðan, ið umboðar sera stóran part av Føroya fólki, als onga ávirkan á Løgtingi.
- Hetta gevur onga meining og er eisini ein ”ómetaliga arrogant” framferð og ber boð um eina stjórn, ið als ikki er nóg búgvin til at stjórna einum landi, siga tey.