Omikron er eitt vælsignilsi

– Omikron hevur bjargað okkum frá delta, sum var ein verri variantur, sigur yvirlækni í smittuverju.

 

Yvirlæknin í smittuverju, Eli-Anne Skaug í Tróndheimi í Noregi, sigur, at omikron-frábrigdið er eitt vælsignilsi í mun til delta-frábrigdið, tó at omikron smittar nógv verri.

 

Men, tað ræðir hana ikki, at omikrom smittar illa.

 

- Omikron hevur bjargað okkum frá delta, sum var ein verri variantur. Flestu okkara eru væl koppsett, og tískil gerast vit ikki serliga sjúk.

 

Hon vísir á, at heldur ikki tey gomlu á ellisheimum uppliva smittuna serliga ógvusliga og tey flestu ikki ógvusligari enn eitt krím, sigur hon við heimasíðuna.

 

- Omikron-frábrigdið er so lítið vandamikið, at fleiri høvdu verið til arbeiðis "... med dette symptombildet i en vanlig verden... ", sum yvirlæknin í smittu tekur til í samrøðu við norskar miðlar.