Í dag fyllir Johild Johannesen í Kalksvík 80 ár. Hon er omma Beinir Johannesen, løgmann, og mamma Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmann. Eingin onnur kvinna í Føroyum hevur upplivað bæði son og ommuson sum løgmann, og eingin í Føroyum hevur áður uppliva at hava son og ommuson í landsstýrinum í senn.
Johild er nummar 4 í røðini av 10 syskjum. Hon er dóttir Aksel Johannesen úr Klaksvík og Signhild Johannesen (f. Hansen) úr Miðvági.
Johild giftist Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni, í 1964, og eiga tey 5 børn.
- Líggjas 1964
- Signhild 1967
- Bethuel 1968
- Ragna 1970
- Aksel 1972.
Johild hevur 17 ommubørn og 20 langommubørn. Sum heilt ung arbeiddi hon sum stovugenta á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Meðan hon hevði smábørn arbeiddi hon sum dagrøktarmamma.
Eftir børnini gjørdist vaksin fór hon á Norðoya Røktarheim at arbeiða, til hon gjørdist fólkapensjónistur.
Johild Johannesen er fødd og uppvaksin í Klaksvík.
##med2##
##med3##
##med4##











