Tess meir og meir eg læri og skilji á lívsins vegi, tess meiri innsíggi eg, hvussu heldigur eg eri, at hava upplivað kærleikan frá tveimum ommum, sum høvdu eitt stórt hjarta fyri sínum ommubørnum. Eg kann ikki siga, hvørja av ommunum, ið mær dámdi best, tí báðar tvær vóru óundveriligar á hvør sín hátt.
Omma mín Sigrun úti í Grønlandi, var ein sera stuttlig og spennandi fín dama. Tá ið hon ansaði eftir okkum ommubørnunum, plagdi hon onkuntíð at spæla trøll við okkum. Tá var lív og látur. Og so tannáringaárini, tá ið eg hevði brúk fyri at tosa við onkran um kjærligheitina, var hon altíð klár at koyra ein biltúr við mær oman eftir Havnar gøtum fyri at keypa ein góðan ís og at smitta meg við síni lívsgleði. Og tá ið eg mussaði hana á kjálkan, var hon skjót at siga,“Ja, øva teg nú!”.
Síðan til ta ommuna, sum nú fyllir 90 ár, Anna-omma, ella Anna á Váli. Henda omman var tann omman, sum vit ommubørnini kanska sóu mest til ígjøgnum barndómin, eftir sum at hon hevur búð í grannalagnum alla okkara tíð. Kanska tann mest ommusliga omman. Altíð til reiðar at geva, og at gloyma seg sjálva burtur í at tæna øðrum við sínum legendarisku kleynum og drýlum. Sum barnagenta tímdi hon væl at spæla við okkum, og at fortelja søgur og ævintýr – og tað er hetta seinna, hennara forteljaraevnir, sum eg fari at leggja dent á í hesi greinini.
Glimtið í eyganum
Sum eg bleiv vaksin, gjørdist eg meir og meira forvitin eftir at kenna lívsøguna hjá míni ommu. Kendi eina ávísa afturtrá. Vildi vita, hvussu tað var fyrr í tíðini. Har var eitt glimt í eygunum á henni, eitt nøgdsemi og ein lívsvísdómur, sum vakti mín áhuga. Hvussu var at vera barn í 1920'unum í Norðradali? Hvussu møtti omma kærleikanum? Hvørjar lívsroyndir og upplivingar hevði omma tilognað sær alla hesa tíðina, har ið hvørki míni foreldur ella eg vóru til? Tá ið eg fór burtur til Afrika í longri tíð í 2007, innsá eg, hvussu ið ómetaliga týdningarmikið tað var fyri meg (og restina av verðini), at søgan hjá ommu varð fest á blað og tikin upp á band.
Niðriundir í kjallaraíbúðini við tekoppi í hond, kavaði eg út í eina ævintýrliga rannsóknarferð heilt aftur til eina fortíð, har ið vegasamband, streymur, telefon, útvarp, osfr. enn vóru ein ókend framtíð. Tað var ein verð, har ið pláss var fyri søgum og góðum forteljarum, tá ið børn og vaksin savnaðust í bóndahúsinum eftir dagsins strev. Roykstovumentanin eitur tað nokk.
Tá ið eg kom aftur úr Afrika, legði eg javnan diktafonina við síðuna av tekoppaundirskálini, sum eg sat og lurtaði eftir ommu, meðan hon so meistaraliga og ektað fortaldi um lívið hjá sær, frá sínum fyrstu jólaminnum sum fýra ára gomul, til tá ið abbi tók armarnar um hana ein romantiskan vetrardag í januar 1951. Nakrar av forteljingunum hava verið við í útvarpsending hjá Svenning av Lofti og í blaðgreinum hjá Óla Jacobsen. Omma og eg eru komin sera tætt upp á hvønn annan ígjøgnum hesar samrøður.
Í august 2008 sótu omma og Oleva systir hennara og prátaðu saman niðriundir við nátturðaborðið um gamlar dagar. Tað var sera lívsjáttandi at síggja tær flenna saman um farnar løtur. Babba og eg komu tá ásamt um, at her var eitt stórt mentanarligt virði, og at tann besti mátin at “fanga løtuna” uppá, var at filma tær. Tað glimtið, sum ein sær í eyganum og andlitinum á tí forteljandi, kann bert fangast við einum filmstóli.
At omma er ein sjarmerandi og evnarík sjónleikarinna, er eingin loyna. Sum ung droymdi hon um at spæla sjónleik, men tá var ikki hugsingur um at fara undir útbúgving, tí at ábyrgdin á garðinum var stór, og omma var elst av átta systkjum, sum ikki øll høvdu so góða heilsu.
Við útstýri, stuðli og eggjan frá Klippfisk, byrjaði eg at taka tríggjar eldri kvinnur upp : ommu, Olevu ommusystir og Kirstin í Ullvøruhúsinum. Eg havi eisini gjørt samrøður við biologisku stórusystir ommu, Hannu, sum býr á Bornholm. Eg eri ómetaliga glaður fyri at hava gjørt hetta, og eg vil fegin takka øllum teimum, sum hava hjálpt, stuðlað og eggjað mær í hesi verkætlan.
Omma – Legendan úr Norðradali
“Tað startaði dapurt, men tað hava altíð verið góð fólk í Føroyum, sum hava tikið sær av teimum, sum treingja”, leggur omma út á míni fyrstu filmsupptøku av henni. Omma, ella Anna Sofía Reinert, sá dagsins ljós fimmta november 1920 í Havn.
Longu sum fýra ára gomul misti hon mammu sína. Minnini um kring hesa hending eru sera rørandi at hoyra. Hon fekk seinni fortalt, at onkur skuldi hava møtt sær sum smágenta inni í kirkjugarðinum, har ið hon gekk og leitaði eftir mammu síni. Pápi ommu, Óli Reinert, var sjómaður, so omma flutti við lítlu systir síni Olevu til Norðradals at búgva. Pápi hennara og Dia gubbi leiddu hana ímillum sín til gongu upp um tey øgiligu fjøllini, og tann lítla Oleva varð borin í leypi. Sjálv sigur omma, “eg fekk eitt gott heim og góð fosturforeldur, sum fortaldi mær um Jesus, sum var tað besta á fold”.
Hon minnist eisini, at hon sum fýra ára gomul var til jólahald í Havn. Tað var jarðarmóðirin Hansina, sum skipaði fyri sonevndum “jólatræ” fyri børnum, sum ikki høvdu so góðar umstøður. Tað var eitt ógloymandi stórt upplivilsi hjá henni og hinum børnunum at fáa eitt kramarhús fult við góðgæti afturfyri.
Fyrstu tíðina búði hon hjá mammubeiggja sínum, Símun, og konu hansara, Dorteu, men tað var skjótt, at hon kom til Niðristovubóndan, Óla Reinert og konuna Josefinu at búgva. Har vaks hon so upp saman við sjey trímenningum, og nógv ábyrgd lá á herðum hennara sum stórasystir. Longu sum sjey ára gomul tók hon hond í arbeiðinum. Har var nógv at gera bæði inni og úti. Hon passaði síni systkin, vaskaði blæður undir løkjuni uttan fyri húsini í Norðradali, og so hjálpti hon eisini javnan gásarungum upp úr gravunum.
Skúlagongd var bert fjórðu hvørja viku við einans tveimum skúlaflokkum. Tað vóru sokallaðir “vandrilærarar”, sum bæði undirvístu á Hvítanesi og í Norðradali Í hesum døgum var pedogikkur lítil og eingin, og harav minnist omma aftur á eina óreina lærarinnu, sum ikki gjørdi annað enn at spilla børnini út í fleiri ár. Men so kom ein góður lærari, og hetta árið lærdu tey meir enn øll hini árini tilsamans. Omma vísti góðan dugnaskap í skúlanum, og hon fekk eina ferð bjóðað ókeypis realskúlapláss í Havn. Hon hevði góðan hug, men tað var rætt og slætt ómøguligt fara frá arbeiðinum á garðinum. Fjúrtan ár, og so út at arbeiða. Ferdugt.
Nógvar eru søgurnar um ommu í Norðradali, har ið hon hevur ment seg og upplivað eitt sindur av hvørjum. Eina ferð legði ein villur tarvur eftir henni, men tá kom Gud henni til hjálpar, og hon gav eitt indianarahyl.
Sum níggju ára gomul gekk omma fyri fyrstu ferð yvir um fjøllini til Havnar. Tað var nakað heilt serligt, tá ið tey skuldi til Havnar at selja og keypa. Sum omma so væl lýsir tað, “Eg minnist, tá ið eg kom so langt suður sum til Kleynsvarða, Bøllureyn har, tá føldi eg (omma andar inn), hatta er havnarroykurin! Tað var koluroykurin sum kom í næsarnar á mær, tí at heima brendu vit bara torv”. Uppi á Dalavegnum fóru tey í teir fínu svørtuskógvarnar, so tað var eitt ordans tramparí oman eftir brekkuni. Tey seldu ull, og Óli Reinert í Norðradali var tiltikin, tí ullin varð seld líka út til Fugloyar.
Í teimum smáu húsunum í Norðradali var altíð hjartarúm. Tey vóru í alt trettan fólk í húsi, og í hoyna vóru tað enn fleiri. Í húsunum búði abbin, skaldið Andrias Reinert, pápi Óla, og so tann søgufróða gumman, Charlotta, nevnd Lotta. Fosturpápin Óli var eisini óførur at fortelja søgur, og harafturat var hann ein óførur sangari og sangskrivari. Omma og hann sungu fyri, tá ið tey í Norðradali savnaðust til ávikavist andaligar og fosturlands sangir tvey kvøld um vikuna fast um veturin. Favoritturin hjá ommu var “Jesus um teg vil eg syngja”.
Tá vóru tað altíð fólk, sum “duttu inn á gólvið” ella gistu. Tað var altíð spennandi at fáa vitjan, men strævið eisini, tí nógv breyð skuldi bakast hvønn dag.
Omma hevur altíð verið ein sterk madamma. Fosturmamman Josefina legði eina ferð til merkis, at vinstra økslin á míni tá trettan ára gomlu ommu, var lægri enn hin, og so skuldi hon til lækna at kannast. Men eftir at læknin hevði tikið eitt sjómanstak við ommu, klappaði hann henni á herðarnar og segði, “Far tú bara heim aftur til Norðradals og arbeið. Tú ert sterk sum ein miðalmaður!” Og júst sum omma bleiv fimtan, varð alt arbeiðið hjá gummuni yvirlatið til hennara. Hon elti dúgliga breyð og gekk til neytar. Ein góð fyrimynd hevur fosturmamma hennara verið, ein kvinna, sum bæði var klók og røsk, og hon seymaði øll klæðini, sum børnini gingu í. Hon var eisini ein sera upplýst kvinna, las alt, sum hon fekk hendur á og kundi fortelja alt aftur fyri øðrum, so tað var øgiliga spennandi at lurta eftir henni.
Í Norðradali var samanhaldið hjartaliga sterkt, og tað var ikki bara at siga tað, tá ið omma fyri fyrstu ferð fór út at tæna sum nítjan ára gomul. Hon “longdist aftur til henda góða Norðradal”. Men tað var skjótt at hon tók mót til sín og byrjaði tænastuna hjá tí “komiska” sýslumanninum í Vestmanna (abbi Óla Breckmann). Her tænti hon í fýra mánaðir, og tað vardi ikki leingi, fyrr enn børnini fylktust um hana fyri at lurta eftir søgunum, sum hon plagdi at fortelja, m.a. ævintýrið “Ederland”. Ein pápi í bygdini, Axel Haralsen, hevði hoyrt frá dóttrini um hesa vælumtóktu arbeiðskonuna hjá sýslumanninum, og tá ið omma eitt kvøldið var bjóðað til nátturða hjá teimum, bað hann hana fortelja eina søgu fyri børnunum, meðan hann skuldi hyggja at. Tá ið hon var liðug, segði hann væl nøgdur, “Nú forstandi eg væl, hví at børnini eru so trygg, tá ið tey lurta eftir søgu hjá tær”.
Ja, hetta við at fortelja søgur, var “dagligur kostur” í Norðradali, tá ið tað strangasta arbeiði var av, og ein fríløta spurdist burturúr. Andrias abbin dugdi eisini væl at fortelja, men hansara søgur vóru sovorðnar ræðusøgur, sum fingu barnahjørtuni upp at pipra. Sum heild eyðkendi forteljing og forvitni bygdafólk.
Eina ferð vitjaði elsti sonur ommu, Jóannes, gummuna og abban í Norðradali sum smádrongur. Tá lá gumman fyri tað mesta í songini, og sum tann lítli Jóannes lyfti dýnuna upp hjá henni, læt í honum, “hendan gumman HEVUR bein!!!”. Hann trúði helst, at hon lá har við ongum beinum. Omma greiðir soleiðis frá: “Tað hildu tey vera grúuliga stuttligt, sovorðið livdu tey uppá, forskellig sovorðin smá ting, tá ið man er úti á bygd, tá leggur man so væl merki til, tá ið okkurt sovorðið stuttligt verður sagt”.
Eg kundi hildið á í tímavís at endurfortalt søgur og upplivingar, sum ommu hava verið fyri, m.a. um tann stuttliga spillopparan, fosturbeiggjan Erlot, sum altíð fann upp á okkurt “puss” í skúlanum og heima (skúlagongd var bert fjórðu hvørja viku). Eina ferð hevði hann stappað draktina hjá sær út, og lagt hana hálva út ígjøgnum vindeygað. Myrkt var inni, og tá ið gumman kom inn í kamarið, byrjaði hon at rópa av ræðslu, “Á Jesus, Erlot!!! Far ikki út um vindeygað!!!!!” Ímeðan gumman var um at svíma av ræðslu, stóðu systkini í onkrum avkróki og hildu hetta vera øgiliga stuttligt.
Mangar eru søgurnar um henda Erlot og aðrar legendariskar verur í Norðradali, men eitt víðari framhald verður at síggja og hoyra, tá ið tær umtalaðu upptøkurnar koma út á band.
Kærleikin meldar seg
Undir krígnum kom omma í samband við teir galantu eingilsmenninar, sum við tyggigummum, sjokulátu og temunnum gjørdust væl umtóktir ímillum tær føroysku kvinnurnar. Omma sat eina ferð á motorsúkkluni hjá tí eina og rópti á føraran, “Not so quickly”. Men eingin maður hevði enn klárað at ogna sær ommusa hjarta, og tað skuldi ganga nøkur ár, áðrenn prinsurin á tí hvíta hestinum kom framvið.
Abbi og omma hittu hvønn annan, tá ið omma kom til Klaksvíkar at búgva. Líggjas á Váli, abbi mín, og omma sungu bæði við í Betesda kórinum, men sum omma sigur frá, “hann snakkaði ikki við meg, og eg snakkaði ikki við hann”. Har var tó okkurt í luftini, tá ið ein kvinna í kórinum, Amalja, argandi segði, “Á je, Anna, tað hevði nú verið doyligt, høvdu Líggjas og tú komið saman, hugsa tær til – Á, tær songrøddir!” Omma varð so flóv tá, men nú sær hon sjálvandi, at hendan hevði rætt – børnini blivu sangarar uttan líka.
Eftir kríggið, í 1946, fór omma fyri fyrstu ferð uttanlands. Tað var við gamla tjaldrinum. Hon kom at tæna á einum garði í Jyllandi. Her royndi hon at súkkla á fyrstu sinni, men tað gekk so ógvusliga fyri seg, at tað eisini gjørdist síðstu ferð, at hon steig upp á eina súkklu, jú jú, innígjøgnum eitt hegn, kýrnar út á vegnum, og so ímillum tveir stórar steinar. Omma hevur sagt mær, at hevði hon ikki verið so “heldig í óheldinum”, so veit hon ikki, um hon hevði staðið her í dag.
Aftur til kærleikan. Omma var leingi forlipt uppi í Líggjasi. Hon tekur soleiðis til, um tá ið pláturnar við Líggjasi sum sangara komu út, “tá mátti mann næstan halda sær fast, fyri ikki at detta niður á gólvið, tí at knøini blivu sum smør”. Eitt kvøldið bar tað seg so á, at omma og vinkonan Ninna gingu túr aftan á eitt møti. Tá ið tær so skiltust, og omma helt fram niðan gjøgnum brekkuna, nú hoyrir hon, at onkur kemur aftan á henni. Hon hugsaði bara, at Líggjas ætlaði sær eftir vinkonuni Ninnu, men so vendir hon sær á og sær, at hann kemur ímóti sær. Har stóð hon so, og visti ikki, um hon skuldi steðga á, ella halda fram niðan har, sum hon búði. Men so sleyg tankin hana, at “vissi Líggjas kemur aftan á mær, so meinar hann tað... tí at hann fer ikki aftan á eini gentu, sum hann einki meinar við.. Og meinar hann tað, og eg renni undan, so kemur hann ongantíð aftur. Tað var eg klár yvir. So eg steðgaði á…. vit møttust har. Og liðugt var – tað var RÆÐULIGA SPENNANDI løta”. Hetta hevur omma ongantíð angrað, og tað hevur sambært henni verið gott allan vegin. Omma hevur lagt afturat í samrøðuni, at eg og hon høvdu ikki kunnað prátað saman, um tað ikki blivu tey bæði. Og tað er omma Gudi glað og takksom fyri soleiðis, sum Hann hevur ornað tað.
Tillukku Omma
Lagnan er duldarfull. Og ommusa ævintýr steðgar ikki her. Síðani síðstnevnda “brakið” hevur hon upplivað tað at fáa børn og ommubørn, ja, hon hevur upplivað heili trýss ár afturat hesum ávísa romantiska vetrarkvøldinum í januar – og upplivir enn.
Nógv hava notið av hennara gávumildni og tænastu og verki fyri Harran. Drýlar, bollar og kleynur hava sirkulerað runt allastaðnis. Omma elskar at geva og gleða onnur, hon hevur eitt stórt og heitt hjarta, so eg meini, at hon so væl og virðiliga hevur uppiborið mína “Brockmanns” føðingardagsheilsan her í blaðnum. Og tá ið omma ger eina máltíð, so koyrir hon eina ingrediens í, sum ger allan munin, og tað er kærleiki – fleiri kilo av honum!
So mín elskaða Omma, hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum, túsund takk fyri alt, sum tú hevur verið og ert fyri meg, hóast eg nú búleikist sum ein banditt í Frankaríki, har ið omma eitur “Grand-Mère” (sum tú ikki brýggjar teg so nógv um). Jesus signi teg og styrki teg á lívsleið tíni. Eg eri tíverri burturstaddur á tínum runda føðingardegi, men bara rólig, eg skal nokk møta upp, tá ið tú fyllir 100. Omma leingi livi: Hurrá x 90 !!!
-----------------
Napoleon Smith,
23 ár,
03.11.10 Aix-en-Provence