Ommutingini fáa nýtt lív

Mitt inni í Perluni standa trý rokað borð. Tað er Malan Jákupsdóttir og familju hennara, ið hava ruddað út hjá ommuni Nellie Sørenesen

- Omma eigur alt ov nógv ting, tí vildu vit hjálpa henni, sigur Malan.

Fyri peningin ætlar øll familjan sær út at bowla og eta - og omman skal sjálvandi við.

Taskur, belti, skógvar, steintøj, eitt gamalt stereoanlegg, jakkar, kjólar og mangt, mangt annað.

Tað er tað, sum familjan hjá Nellie Sørensen hevur savnað saman, og nú selur á Marknaðardegnum í Perluni og Reinsarínum.

Tær fimm, Sunnuvá Jacobsen, Rannvá Sørensen, Fríða Sivertsen, Katrin Nolsøe og Malan Jákupsdóttir standa allar við borðið og selja.

Nógv av teimum vitjandi eru áhugaði í gomlum tingum, og sølan gongur strúkandi.

- Hetta er ekta vintage, sigur Malan og vísur eina gamla silkiblus fyri tveimum ungum gentum.

Malan arbeiður dagliga við børnum, men hevur bakgrund sum seljari, og er tað tí ikki nakað fremmant fyri hana at selja á einum marknaði.

Brádliga kemur mamma Maluna, Sunnuva og spyr eftir síni troyggju.

- Tann troyggjan??? Hana havi eg selt fyri 50 krónur, sigur Malan flennandi.

Sunnuva sær eitt sindur bilsin út, men sker síðani út í skellilátur.

Hon fer og ballar restina av sínum tingum væl inn, so at dóttirin ikki selur restina av garderobuni.


Gamla dukkan

Malan og restin av familjuni hava eisini ruddað út heima hjá sær sjálvum. Malan selur gomlu dukkuna, við særdum eygað, fyri 200 krónur.

Fleiri gentur vísa áhugað í dukkuni, men Malan angrar seg hvørju ferð, og til endans verður dukkan goymd.

- Eg klári simpulten ikki at selja hana, sigur Malan.

Betri gongur við merkisskógvunum, ið omman eigur í kassavís. Tey, ið hava stødd 37-38 gera kuppi og fáa flottar, næstan óbrúktar skógvar fyri 50 krónur.

Tá dagurin líður móti endanum, er nógv selt, men tær fimm leggja longu ætlanir um at verða við á einum nýggjum marknaði um ein mánað. Annars enda øll tey vøkru tingini í skrellinum, og tað eru tær einigar í, at tað er eitt sindur ov synd.