Ógjørligt at siga hvussu stórar avleiðingar tað hevði fingið

Men tað hevði neyvan borið til at spart 190 milliónir um árið og tískil hevði tað verið neyðugt við fleiri inntøkum

Tað ber ikki til at siga, hvørjar avleiðingar tað hevði fingið at strika donsku ríkisveitingina til Føroyar. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tórbjørn Jacobsen, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvørjar avleiðingar tað hevði fingið at skert ríkisveitingina 25 prosent um árið frá 2022 til hon var heilt burtur um fýra ár, ella í 2025.

 

Jørgen Niclasen sigur, at í fyrsta lagi er tað greitt, at inntøkurnar hjá landskassanum høvdu minkað 158 milliónir um árið frá 2022 til 2025. Sum útlitini eru nú, verður mett, at landskassin fer at hava hall í 2022, men at talan kanska verður um eitt lítið avlop í 2023. Men verður ríkisveitingin strikað, hevði landskassin havt størri hall í 2022 og hevði eisini havt hall árini frameftir.

 

Tí hevði tað verið neyðugt at sett tiltøk í verk, antin við sparingum ella fyri at økja um inntøkurnar. Í langtíðarætlanini hjá samgonguni er ætlanin at seta tiltøk í verk fyri 30 milliónir um árið, antin við sparingum, ella við at økja um inntøkurnar, ella eitt sindur av hvørjum.

 

Verður ríkisveitingin skerd, skulu tiltøk setast í verk við sparingum ella inntøkuhækkingum, fyri 158 milliónir afturat um árið, ella fyri 188 milliónir um árið. Leggjast kann aftrat, at talan hevði verið um varandi útreiðslur og inntøkur og tað er óvist, hvørja ávirkan hesi tiltøk høvdu havt á búskapin sum heild, tí tað veldst um, hvørji tiltøk talan hevði verið um.

 

Landsstýrismaðurin ásannar, at tað er sera stórt trýst á útreiðslurnar hjá landskassanum, millum annað tí at vit liva alsamt longri. Tí fer tað neyvan at bera til at lækkað útreiðslurnar 190 milliónir um árið hesi næstu árini uttan, at hetta hevði fingið avleiðingar fyri búskapin.

 

Gongdin í búskapinum annars hevur eisini stóra ávirkan á inntøkur og útreiðslur hjá landinum. Til ber heldur ikki at siga við vissu, hvussu gongdin verður hesi næstu árini, sigur Jørgen Niclasen.