On-line bústaðir

Fyri at betra um korini hjá teimum lesandi, ætlar LFÙ at royna alnetið sum bústaðarmið

LESTRARLÍV

Tað er alt annað enn lætt í hesum døgum hjá ungum lesandi at fáa til vega bústað. Hetta hevur LFÚ (Landsfelag føroyinga í útbúgving) eisini sannað. Tískil er farið undir eitt nýtt átak, ið verður kallað fyri On-line bústaðir.
?Inni á heimasíðuni hjá LFÙ verður lýst við teimum bústøðum, ið eru til leigu. Heimasíðan verður dagførd regluliga. Tey, ið lýsa á heimasíðuni hjá LFÚ, hava vent sær til okkum við upplýsingum og myndum av tí, tey leiga út, og við einum ynski um at leiga út til fólk, sum eru undir útbúgving, skrivar LFÙ í tíðindaskrivi.
Regin W. Dalsgaard, Fíggjar og Samskifisleiðari hjá LFÙ, sigur, at tey hava vónir um at betra um korini hjá teimum lesandi. Tað er ein stórur partur av teimum lesandi í Føroyum. Tey hava ? serliga undanfarin ár ? merkt, at tørvur er á bústaðum fyri tey lesandi.
Skipanin hjá LFú er longu farin at virka á heimasíðu teirra www.lfu.fo.
Regin W. Dalsgaard vónar, at hetta fer at gera tað lættari hjá teimum lesandi at fáa bústað. Tað er serliga í Havnini, at trupulleiki er stórur við bústøðum.
LFÚ hevur eisini ætlanir um at gera fleiri átøk seinni í ár og næsta ár. Felagið fekk fyri stutt síðani eina nýggju nevnd, ið hevur sett sær fyri at gera LFÙ meira sjónligt.

Stórur áhugi
Claus Reistrup er Undirvísingarleiðari, Studentaskúlar og HF-skeið á mentamálráðnum. Afturat tí er hann eisini leiðari fyri skúlaheimið í Berjabrekku, sum er eitt av skúlaheimunum í Havn.
?Vit hava merkt stóran áhuga í Berjabrekku. Vit fáa dupult so nógvar umsøknir sum tað eru pláss, sigur Claus Reistrup.
Skúlaheimið í Berjabrekku er einans fyri skúlanæmingar í Studentaskúlanum og HF-skeiðinum. Í Berjabrekku er kostnaðurin 1.500 kr. um mánaðin fyri eitt kamar. Ein sjálvsognarstovnur eigur skúlaheimið í Berjabrekku.
Í Havn eru eisini onnur skúlaheim, ið hýsa næmingum.
Claus Reistrup greiðir frá, at tað er munur á Føroyum og í Danmark í hesum føri.
?Í Danmark verða kollegiir gjørd fyri lesandi, men í Føroyum er tað fyri tað allarmesta skúlaungdómar, ið búgva í skúlaheimum, sigur hann.