Í summar fáa Gjáarfólk drúgva vitjan av einum stórum norskum filmsliði. Gjógv og serstakliga Elementvirkið í bygdini verða nevniliga miðdepil, tá upptøkurnar til norsku sjónvarpsrøðina »Buzz Aldrin, hvor blev det af dig i alt mylderet« byrja í juni mánað. Tað hava leikstjórin, Geir Henning Hopland, og filmsframleiðarin, Yngve Sæther, gjørt av, nú teir hava verið í Føroyum og leitað eftir hóskandi støðum til upptøkurnar, sokallað locations.
Perfekt Elementvirki
Tá teir báðir komu til Føroyar herfyri var fremsti spurningurin, um tað mundi bera til at finna ein hóskandi bygning við Gjógv at gera upptøkur. Stórur partur av bókini, sum filmurin byggir á, gongur nevniliga fyri seg í einum niðurløgdum virkisbygningi við Gjógv, har nøkur sálarliga veik ungfólk húsast. Tí kendist tað eisini sum ein fongur, tá leikstjórin og filmsframleiðarin fingu eyga á Elementvirkið við Gjógv.
- Elementvirkið er tað perfekta staðið til tann partin av upptøkunum. Bæði tí tað liggur so vakurt í bygdini, og tí útsýnið harfrá er fantastiskt. Nú er spurningurin so bara, um vit eisini kunnu gera innandura upptøkur har, tí veggirnir eru úr betongi, so tað mugu vit broyta, um so er, sigur leikstjórin.
Í søguni arbeiða og búgva ungfókini inni á virkinum. Í íbúðarpartinum hava tey innrættað seg við køki, stovu, baðirumi og kømurum, so hetta má alt byggjast upp inni á Elementvirkinum, um innanduraupptøkurnar skulu gerast har.
- Eg vóni veruliga, at tað fer at bera til, men hetta mugu vit sjálvandi avtala nærri við tey, sum eiga og brúka virkið, tí Elementvirkið er jú í brúki sum arbeiðspláss. Um tað ikki letur seg gera, mugu vit byggja rúmini upp sum leiktjøld í einum studio í Noreg, sigur Geir Henning Hopland.
Umframt Gjógv verða eisini onnur støð í Føroyum partar av filminum. Landssjúkrahúsið sleppur upp í part, tá ein ung genta í søguni fær stóran skaða, og tá hon seinni doyr, verða kirkjan og kirkjugarðurin í Saksun karmur um jarðarferðina. Eisini verða upptøkur frá íbúðarbygningunum á Eiðragarði, Café Natúr og fjøruni í Hvalvík, har tey ungu byggja sær ein bát.
Leita eftir føroyskum leikararum
Leikstjórin og filmsframleiðarin nýttu eisini høvið, nú teir vóru í Føroyum, at finna føroyskar leikarar til filmin. Millum annað skulu teir brúka ein 10 ára gamlan smádrong at spæla leiklutin sum ungi vinmaðurin hjá høvuðspersóninum. Og kanska verður tað ein gjáardrongur, sum sleppur at royna seg sum filmsleikari.
- Ein dagin, vit gingu runt í Gjógv, sóðu vit tveir smádreingir spæla í ánni. Teir vóru rættiliga kul báðir - júst tað slagi av typu, vit leita eftir. Teir skiltu kanska ikki alt, sum vit forkláraðu teimum, men teir virkaðu sera spentir. Nú hava vit so fingið telefonnummurini i hjá teimum, so vit kunnu seta okkum í samband við teir, tá upptøkuroyndirnar byrja, sigur Geir Henning Hopland.
Hann leggur afturat, at hann skal brúka føroyskar leikarar til eini tríggjar ella fýra størri leiklutir umframt til fleiri smærri leiklutir.
- So vit halda eygu og oyru opin, tí enn hava vit bara mannað høvuðsleiklutin, sum ein ungur norðmaður skal spæla, sigur leikstjórin, sum annars fær hjálp frá føroysku sjónleikakvinnuni, Eyð Matras, at finna føroyskar leikarar til filmin.
Dýrur filmur
Tað verður Yngve Sæther, framleiðslustjóri, sum skal fáa stóra puslispælið at hanga saman, áðrenn upptøkurnar kunnu byrja. Umframt at gera planir yvir upptøkustøð, hevur hansara uppgáva í Føroyum eisini verið at fáa í lag avtalur við flutningsfeløg, gistingarhús og onnur. Filmsliðið, sum kemur til Føroyar í juni mánað, telur eini 30 fólk, og tað krevur nakað av samskipan. Hartil koma føroysku hjálparfólkini, sum eisini hava ein týðandi leiklut.
- Eg satsi uppá eisini at skipa eitt føroyskt filmslið her í Føroyum. Bæði fyri at sleppa undan ov nógvari ferðing, men ikki minst tí vit fáa brúk fyri dugnaligum filmsfólkum, sum eisini hava kunnleika til lokal viðurskifti, sigur Yngve Sæther, sum eisini er hann, ið heldur eyga við fíggjarliga partinum.
Sum er, kostar filmurin 26 milliónir krónir, og er hetta ein tann dýrasta sjónvarpsrøðin í Noreg nakrantíð. Fígging er fingin til vega, og tað verður norska statsrásin NRK, ið ferð at senda røðina, sum verður í fýra pørtum.
- NRK satsar serliga stórt uppá hesa røðina, millum annað tí man fegin vil fáa betri tak á teimum 20 til 40 ára gomlu hyggjararnum, ið eisini er tann aldursbólkurin, sum "Buzz Aldrin ..." filmurin vendir sær til, greiðir Yngve Sæther frá.
Eftir ætlan skal filmurin vísast á NRK á heysti í 2010. Eisini er filmurin seldur til Finland, og Geir Henning Hopland, leikstjóri, vónar, at eisini føroyska og danska sjónvarpið fara at keypa hann.
Bókin, sum filmurin byggir á, er longu týdd til 10 mál, og sambært Hopland fer hetta uttan iva eisini at skapa áhuga í teimum londunum fyri filminum