Endainnslagið í Degi og Viku í gjárkvøldið hevur fest øði í grindina á sosialu miðlunum.
Høgni Mohr og Jens Jákup Hansen høvdu verið ein túr í Pollinum í Saksun, meðan menn vóru á fjalli. Men brádliga hendir tað, sum henda kann, eisini undir røkstri, at ein ær og eitt lamb detta oman.
Kringvarpið vísir hetta innslagið, sett saman við øðrum vøkrum náttúrumyndin úr Pollinum og vøkrum klaverfylgispælið.
- Hesa ársins tíð gleðast vit um friðin. Men vit vita eisini, at nú følnar lív, segði Johnsigurd Johannesen í innleiðingini, ið á heimasíðu Kringvarpsins hevur fingið heiti “Requiem.” Johnsigurd Johannesen boðaði eisini frá, hvat fór at henda í innslagnum, sum eitt slag av ávaring.
Men á Facebook øsast fólk um innslagið.
- Hatta var óneyðugt at vísa okkum, skrivar ein. Sera lágt av KVF, skrivar ein annar. Hatta skuldi ikki verið víst. Hatta var so ópassandi, at tað eru ikki orð fyri tí. At vísa djór sum doyggja av óhappi er óneyðugt og respektleyst!
Neiligu viðmerkingarnar eru nógvar og hava tað til felags, at tey helst skuldu verið hasar myndirnar fyriuttan. Onkur eru, sum halda, at hatta er í lagi at vísa, tó ikki í Degi og Viku.
- Eg haldi, at hatta brotið kundi sagtans verið víst ísbv. ein dokumentar um fjallgongu. Har hevði brotið verið relevant. Kanska nevniliga ísbv. ein bónda, har tílíkar hendingar kunnu hava fíggjarliga ávirkan.
Fólk tykjast vera býtt í tveir partar. Tey, sum siga, at hóast hatta er ein nátúrligur partur av heystinum og lívinum, so átti tað ikki at verið víst í Degi og Viku, og tey, sum siga, at somikið mugu vit tola at síggja av lívsins veruleikum.
- Klárar føroyingurin ikki at síggja eina omandotna ær longur? Grindadráp er ok at vísa, men ikki hatta? At hasar myndirnar vórðu vístar í Degi & Viku eitt heystarkvøld, er einki at siga til og einki at øsa seg um.
- Hatta er ein ógviliga sigandi mynd, um hvussu hetta landið er skapað, og hvørjir vandar eru hvørjari vælferð. Nakkaskot og hópgravir og you name it, er tað mest náttúrliga at servera fyri børnum og vaksnum. At vísa seyð, ið dettur oman mátti verið tað mest náttúrliga í okkara landi.
- Eg havi tað soleiðis við hasum klippinum, at eingin hevur ísenusett at tað skuldi henda - men tað hendi - og hvat so. Shit happens. Uppá ein máta var eisini okkurt poetiskt yvir tí - tónleikurin og myndirnar, móðir og dóttur fara i deyðan saman. Lívið og deyðin.