Onga skiftistíð, takk!

Nú hava vit hoyrt aftur og aftur og upp í saman um skiftistíð, og hvussu long henda skiftistíð skal verða, Næstan ongin tosar um annað í hesum samráðingartíðum.

Líka so nógv sum hetta fyribrigdi nú verður umrøtt, líka so sannførd eru tey flestu nú vorðin um, at hetta er tað, vit skulu tosa um. Men í veruleikanum er hetta bert ein partur av øllum, og í mínum eygum sær nú út sum um alt annað er vorðið óaktuelt, og eg giti, at tað er ikki uttan áhuga landsstýrisins, tí endamálið við skiftistíðini er fullveldi, og at vit skulu sleppa okkum av við donsku stuðulsveitingina, antin so ella so. Strategiin er jú løgd.

At úrslitið fer at halla á tann bógvin, er ikki óhugsandi, tí við tí niðrandi umrøðu ríkisveitingin hevur fingið frá okkara landsstýrisflokkum og umboðum, bæði her heima og ikki minst í Danmark, so skuldu danir ikki vilja okkum so ilt, at teir ikki tóku stuðulin aftur sum skjótast fyri okkara egna besta, meeen ?. nú var tað ikki júst soleiðis teir meintu tað hóast alt, siga okkara landsstýrisflokkar!!


Fólk ørkymlast

Fólk eru ørkymlaði, tí Hvíta Bók, sum fyrst var søgd at skula lýsa øll mál og svara øllum spurningum, hon lýsti ikki øll mál frá øllum síðum, og hon svaraði ikki øllum spurningum, men hon gjørdist ein ?amboðskassi?, sum landsstýrismaðurin Høgni Hoydal boðaði frá, tá hon var vorðin almenn.

Teir og tey, sum skrivaðu hana, høvdu gjørt eitt stórt og gott arbeiði, tað skal sláast fast, men tey sum spurdi rættiliga nær, tá spurningar kundu setast aftaná, fingu fleiri ferðir sama svarið: ?Hatta vóru vit ikki biðin um at kanna!!? Og parturin um íslandsku kanningina, og sum skrivað var í Íslandi viðvíkjandi búskapinum, hann mundi ongatíð komið fram!!??

Men búskaparligi parturin í Hvítu Bók um skiftistíðina segði veruliga nakað um framtíðina og vælferðina, og tað er nú tann eymi spurningurin. Spurningurin um longdina á skiftistíðini er vorðin Alfa og Omega í sambandi við Føroya framtíð sum fullveldi, og veljarakanningin, sum setti ein spurning um skiftistíðina, vísti tað menniskjaliga, at veljarin heldur vildi hava skiftistíð uppá 15 ár enn 4 ár, og tað er væl skiljandi, men tað merkir ikki, at tey øll vilja hava fullveldi.


Strategiin

Landsstýrismaðurin í sjálvsstýrismálum veit, hvussu strategiin skal vera, og nú er ljóskastarin settur á skiftistíðina. At danska stjórnin og danska Fólkatingið meldaði út tíðliga, og tað so sera avgjørt, um stutta skiftistíð, var ikki so heppið fyri strategiina hjá okkara landsstýri, men nú er tó hepnast teimum at venda rákið í kjakinum fyri teir rætta vegin, soleiðis at fullveldið er endamálið.

Og tað er tað, sum ávarast má ímóti, tí vit sum ikki vilja hava fullveldi, vit vilja onga skiftistíð hava: Vit ynskja, í tí felagsskapi vit eru, við virðing hvør fyri øðrum og í semju, at samráðast við hin partin av ríkinum um, hvussu vit skipa okkara framtíð best, og sjálvandi skulu vit í Føroyum gjalda tað vit orka. Men okkara mál er : Onga skiftistíð, takk!


Lisbeth L. Petersen