Kristian Magnussen, formaður fyri Javnaðarflokkin á Løgtingi, hevur ikki gjørt sær nakrar avgjørdar niðurstøður um tankan um at gera ein reinan kvinnulista innanfyri í Javnaðarflokkin, sum vit umrøddu í Sosialinum í gjár.
- Hetta er hugskotið er so spildurnýtt fyri mær, at eg havi ikki havt stundir at gera mær nakra greiða niðurstøðu um hetta, sigur hann.
Men í fyrstu atløgu er tað hansara grundleggjandi hugsan, at tey, sum fáa flest atkvøður eru tey, sum vera vald og at tey skulu øll vera á einum lista.
Hann leggur kortini dent á, at hetta skal ikki skiljast sum um at hann er ímóti at gera kvinnulistar, tí hann hevur ikki havt stundir at taka eina støðu og spurningurin er heldur ikki viðgjørdur innanfloks.
Hinvegin heldur hann eisini, at flokkarnir eiga at hugsa meiri um javnstøðu, tá ið valevnislistar verða mannaðir og álitisstørv í flokkinum annars verða sett.