Ongan Jóladøgurða

Fríggjadagin kl 1830 var ein gás koyrd yvir koyrd við landsvegin í Hósvík. Gásin fór so illa at ikki var hugsingur um, at hon kundi brúkast sum jóladøgurði. Vit hava ikki frætt, um tað hevur eydnast eigaranum at fáa eina arða gás, ella um, hvat fer í pottin jólaaftan í staðin.

Fríggjadagin seinnapartin gjørdi ferðslupartruljan hjá politinum kanningar í Kollfjarðadali. Bilanir, sum vóru kannaðir, koyrdu ikki ov skjótt, og teir vóru í góðum standi. Ein bilførari sum var steðgaður hevði einki koyrikort og harvið ikki rætt til at koyra bil.

Sunnukvøldið umleið kl 2300 varnaðust fólk, at tað var innbrot í Ullvøruhúsinum. Tað vóru tveir mans, sum høvdu brotið inn. Tað eydnaðist fólki sum kom á staðið at halda tí eina manninum eftir, til løgreglan kom á staðið. Hin maðurin sum var við, er ein gamal kenningur hjá politiðnum og er nú handtikin. Onkur smávegis ferðsluóhapp hava verið í Streymoynni, men talan hevur bert verið um matriellan skaða.

Av politistøðini í Runavík siga teir, at tað hevur verið eitt friðaligt vikuskiftið.

Í eysturoynni hendi eitt ferðsluóhapp. Ein jeepur rendi niðan av vegnum. Tað vóru 10 ungdómar í Jeepinum, nøkur fingu onkran smávegis skaði, og ein var flutt á Landssjúkrahúsið. Grundin til hetta ferðsluóhappið var, at tað var sera hált á vegnum. Tað hendu eisini seks onnur ferðsluóhapp í Eysturoynni, men eingin fekk skaða.

Í Runavík vóru onkur smávegis herverk framd onkur rútur var brotin.