Ongan stuðul til USA

Uttanríkisráðharrarnir í Arabisku Samgonguni samdust um vikuskiftið um eina fráboðan, sum sigur, at londini fara ikki at stuðla einum møguligum álopi á Irak.
Í fráboðanini stendur millum annað, at einki av londunum í samgonguni eigur at lata amerikanarar nýta sítt lendi til nakað, sum kann hótta trygdina og ræðisrættin hjá Irak. Sagt verður, at eitt møguligt álop á Irak kann koma trygdini í øllum teimum arabisku londunum í vanda.
USA verður ikki nevnt í fráboðanini, og har stendur heldur einki um tiltøk ímóti Kuwait, Qatar og Bahrein, sum hava loyvt amerikansku hermegini at búgva seg til álop haðani. Tað er eisini vert at leggja afturat, at fráboðanin er ikki bindandi fyri londini í Arabisku Samgonguni, og tí hevur hon ógvuliga avmarkaðan týdning.