Ongantíð aftur Rás Tórshavn

Rás Tórshavn er farið í søguna og kemur ongantíð aftur. Hetta staðfesti Tórshavnar býráð hóskvøldið

SJÒNVARP

Tórshavnar býráð gjørdi á býráðsfundi hóskvøldið enn einaferð greitt, at Rás Tórshavn er farið í søguna, og hetta kommunala tilboðið fáa borgararnir í høvuðsstaðnum ongantíð aftur.
Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin, reisti málið á býráðsfundinum. Hansara uppskot, um at fáa málið upp til nýggja viðgerð, fekk bert atkvøður úr minnilutanum.
Jógvan Arge vísti í viðmerkingunum til uppskotið á, at kommunan hevði gjørt ein risastóran feil við at sleppa sær av við Rás Tórshavn.
Hann kallaði Rás Tórshavn fyri ta bestu kommunalu tænastuna, sum fólk ikki fingu longur, men noyddust ístaðin at gjalda fleiri túsund krónur fyri Televarpið. Hann helt tað tískil vera upp á sítt pláss, at Rás Tórshavn kom aftur á skíggjan, og kommunukassin skuldi rinda kostnaðin.
Hann legði fram eitt roknistykki,har hann vildi vera við, at borgararnir ístaðinfyri at gjalda tvær milliónir í skattinum ? nú gjalda kanska einar áttati til veitararnar.
Leivur Hansen, ið bæði er limur í minnilutanum og í Fíggjarnevndini, helt fyri, at býráðið átti at viðganga, at tað hevði gjørt ein feil, og hesin feilurin máttu tey so royna at rætta.
Men minnilutin mátti ásanna, at dagarnir hjá Rás Tórshavn eru taldir, tí meirilutin var púra kaldur mótvegis uppskotinum.
Tórshavnar kommuna riggaði av Rás Tórshavn í fjør. Útgerðin varð seld til Føroya Tele, sum flestum kunnugt er byrjað at endurvarpa sendingar við dóttirfyritøkuni Televarpið.
Hóast málið lá ovast á breddanum í flestu fjølmiðlunum tað mesta av 2002, so hevur hesin spurningurin ongantíð verið fyri í sjálvum býráðnum, og lítil og eingi mótmæli hava verið fyrr enn nú.
Tað var Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráði, sum samtykti at selja ognirnar til Føroya Tele.

3.157
Ein av orsøkunum til, at málið nú er tikið fram, er, at fleiri enn trítúsund undirskriftir eru savnaðar inn í høvuðsstaðnum fyri at vísa misnøgd við mista tilboðið.
Undan býráðsfundinum hóskvøldið handaði Synnøva Nolsøe býráðsformanninum 3.157 undirskriftir, sum hon hevur staðið fyri at savna inn.
Undirskriftirnar fingu tó ikki nakra heita móttøka á fundinum. Minnilutin vildi vera við, at hetta var greið tala frá borgarunum. Beate L. Samuelsen úr meirilutanum vildi hava eftirkannað, hvussu nógvar undirskriftir ?veruliga? vóru, tí trúði ikki upp á, at ikki eingin hevði skrivað undir fleiri ferðir.
Meiriluta limirnir, ið tóku orðið, vóru ikki í iva um, at rætt var gjørt við at sleppa sær av við Rás Tórshavn. Tórfinn Smith helt, at bara tað, at sleppa undan at viðgera rásirnar, var ein nóg góð orsøk.
Jan Christiansen vísti á, at kostnaðurin fyri Rás Tòrshavn vildi fleirfaldast við tíðini.
Argumentið fyri at sleppa sær av við Rás Tórshavn hevur allatíðina verið, at rásirnar støðugt vildi gerast dýrari og dýrari at útvega. Fyrst var tað TV3, sum vildi fara at kosta einar 800.000 árliga, men væntandi var eisini, at hinar rásirnar vildu gerast dýrari. Eisini skuldu fleiri íløgur gerast í tøkniliga útgerð, sum vildi kosta kommununi fleiri milliónir.
Sostatt er tað als einki, ið bendir á, at Rás Tórshavn verður nakað annað enn eitt søguligt minni.