Hóast Rudolf Joensen tær gott og væl 320 gekkasendingarnar, ið hann hevur verið vertur á, altíð hevur sæð vælklæddur út á skíggjanum, so hevur hann ongantíð bundið slipsaknútin sjálvur.
- Eg dugi ikki at binda slipsaknút. Her má eg siga, at eg havi havt ein góðan stylist í Johnsigurd Johannesen, sum hevur bundið mær mangan knútin, og hann hevur ein heilt serligan stíl innan slipsaknútar, sigur Rudolf við einum brosi og leggur afturat, at Øssur Wintherheig somuleiðis hevur verið dugnaligur at binda knútar fyri seg.