Ongantíð gjørt avtalu við Miðflokkin um 266b

Í oddagrein mikudagin 19. mars 2014, viðgera tit av­tal­una í samgonguni um, at onki samgongufólk skuldi at­­kvøða fyri málinum um borg­­ar­­liga vígslu á tingi.

Høgni Hoydal

Av mær ókendum or­søk­um, so er ein mynd av und­ir­rit­aða sett saman við eini mynd av løgmanni. Og í teksti­num verður enntá sagt, at eg skal hava gjørt eina líknandi avtalu við Mið­flokk­in í sambandi við málið um 266B.

Rokni við, at odd­a­grein­a­skriv­arin v­eit - um minnið verð­ur granskað - at hetta er skeivt og íspunnið. Og at hetta er ein rættiliga grov villa at leggja fram alment.

1. Undirritaði hevur ong­an­tíð gjørt nakra av­talu við Miðflokkin um 266B. Hin­veg­in vóru tað tjóðveldisfólk, sum í tveimum førum løgdu mál­ið um 266B fram, har tað seinnu ferð varð samtykt. Eg havi sum formaður í flokk­i­num í øllum hesum før­um stuðlað, at málini hava ver­ið løgd fram og havi at­kvøtt fyri. Og eg havi staðið rimmarfast um, at ting­fólk hava rætt og skulu verj­ast í at atkvøða eftir síni sann­før­ing. Tað hevur eisini elvt til mik­ið stríð - og til, at næst­for­mað­urin flokkinum tók seg úr flokkinum.

2. Tað hevur eisini ver­ið ført fram alment, at Tjóð­veld­is­flokkurin og Javnað­ar­flokk­urin skuldu hava gjørt eina líknandi avtalu um at binda tingfólk í CHE-sam­gong­uni. Tað er heldur ikki rætt. Jóannes Eidesgaard var løg­maður tá, og tit kunnu sjálv­andi fáa tað váttað frá hon­um.

Undir sam­gongu­sam­ráð­in­g­unum tá vóru bæði mál um rætt­indi hjá samkyndum og um fosturtøku frammi - har m. a. Miðflokkurin vildi herða fost­ur­tøk­u­lóggávuna. Flokk­ar­nir staðfestu, at tað fór ikki í eini slíkari samgongu at vera gjørligt at fáa semju um at leggja uppskot fram vegna samgonguna um hesi mál.

Men tað var gjørt fult­kom­i­liga greitt, at tingfólk stóðu frítt at atkvøða fyri upp­skotum, sum onnur løgdu fram í tinginum. Og tað er ongantíð og verður ikki vik­ið frá tí í Tjóðveldi.

Sostatt er tað skeivt og ó­grund­að, at tit nú seta meg við mynd og teksti at hava gjørt tað sama sum Kaj Leo Jo­hann­esen.
Á hesum grundarlagi fari eg vinarliga at biðja tykk­um rætta hesar skeivu upp­lýsingar - og eftir mínum tykki sera órættvísu viðgerð av mín­um persóni - á einum eins sjón­ligum stað og skeiva við­gerð­in av mínum persóni og avgerðir hjá Tjóðveldi vórðu settar fram.
Bestu kvøður