Tilfeingisgjald
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur greiða talu, tá spurningurin um eitt møguligt tilfeingisgjald verður umrøddur.
- Har halda vit okkum longu hava meldað greitt út, at tað avgjørt er nakað, sum vit vilja hava framt. Og ongantíð ov skjótt. Í veruleikanum er tað jú ein spurningur um, hvussu vit fáa pengar í hendan kassan, sum øll so fegin vilja sleppa at tøma. Og har nøkur skulu vera frítikin fyri at gjalda.
- Eg kann sum dømi nevna seinastu broytingarnar, har vit fyrst lækka partafelagsskattin, og eftirfylgjandi hækka veggjaldið, fyri at fylla aftur í holið. Tað er ein umfordeiling, sum vendir púrasta skeivt, tí meðan tað í nógvum førum eru tey vælhavandi, sum fáa gleði av tí fyrra, so rakar tað seinna eins á øll. Og tá boðar altso ikki frá nøkrum serligum samhaldsfesti.
- Eg sigi ikki, at samanhangur er millum hetta og tilfeingisgjald, men eg haldi tað vera eitt løgið samfelag, sum í so lítlan mun tekur nøkur sosial atlit. Men tað vísur seg bara, at tað eru nøkur fólk, sum hava ein flokk, sum hevur somikið góða umboðan í Tinganesi, at hann kann fremja teirra áhugamál. Og aðrir flokkar eru tíverri alt ov altráðir eftir at spæla við, staðfestir Jenis.
- Og viðvíkjandi tilfeingisgjaldinum er prinsippið tað sama. Hetta er ein ogn, sum vit øll eiga. Og tey, sum sleppa at njóta burtur av hesum áttu at verið himmals-fegin um hetta. Og tí áttu tey ikki at havt nakað ímóti, um ein partur av hesum varð latin aftur til landið, slær hann fast at enda.