Herfyri skrivaði Rósing Lydersen, sum í nógv ár hevur siglt við havrannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni, at teir ongantíð áður hava upplivað so nógvan hvíting á havleiðunum sum í ár.
- Fyrstu ferð, vit fóru at kanna fiskastovnarnar um heystið, var í 1996. So, av hesum 22 árunum er hetta tað allar besta árið við hvítingi, sigur hann á sínari Facebook-síðu.
In.fo hevur hugt, hvat Havstovan sigur um støðuna hjá hvítingi og um túrin hjá Magnusi Heinasyni, sum byrjaði hin 16. august og endði hin 24. august. Her verður í stuttum sagt soleiðis:
- Tað var óvanliga nógv at fáa av hvítingi, siga tey á Havstovuni.
Alt bendir tískil á, at tað ikki bara er hýsa, sum er um tað víða hav – og í ymiskum støddum – men, at eisini hvítingurin er sera væl fyri í løtuni.