- Tað hevur ongantíð verið so neyðugt við samanhaldi ímillum fakfeløgini, sum tað er nú.
Tað heldur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.
Í morgun boðaði formaðurin í Lærarafelagnum frá, at hann dugdi ikki at síggja, at almenna fakfelagssamstarvið hevði nakra framtíð.
Hesum er Maud Wang Hansen bara partvís samd í.
Hon sigur, at skulu fakfeløgini hava ein møguleika at varðveita eina styrki, er tað ongantíð so neyðugt við samstarvi sum akkurát nú.
Eftir hennara tykki er arbeiðsgevarin við at taka samráðingarrættin frá feløgunum.
Hon sipar til, at tvíhildið verður um at tvinna skipanina við fløtum skatti og upp í samráðingar so at summi onga lønarhækking skulu fáa.
Tað er eisini fallið henni fyri bróstið, at leiðarin á Lønardeildini hevur kallað avgerðandi samráðingarkravið frá pedagogunum fyri ónollur í Sosialinum í farnu viku.
Hon heldur, at skal tað eydnast fakfeløgunum at vinna á hesum hugburðinum, er neyðugt við samstarvi.
Hinvegin er hon samd um, at royndin hjá teimum fýra feløgunum Lærarafelagnum, Pedagogfelagnum, Starvsmannafelagnum og Havnar arbeiðskvinnufelagi, at samráðasttsaman, soleiðis sum gjørt var hesuferð, miseydnaðist.
Feløgini og krøvini eru so ymisk, heldur hon
Men hon vónar, at tað ber til at leggja øll fakfeløgini undir eitt yviskipað LO, har feløgini samráðast í felag um eina lønarhækking, men at feløgini so hvør sær samráðast um serkrøvini, hvørt einstakt felag hevur.