Tað var nú sera heppið, at eg tók áhugaverdu samrøðuna upp fríggjadagin í Vikuskiftis-sendingini hjá Suna Merkistein! Tá ið eg í innihaldsyvirlitinum hoyrdi, at samrøða fór at verða við lim í innstillingarnevndini til norðurlendsku heiðurslønina, vakti hetta beinavegin mín sterka hug, og var eg kvikur sum ein leopardur at stinga eitt tómt band í bandupptakaran! Sera áhugavert, Suni, at tú treiv eitt sindur í hetta evni, ið man hava havt sera stóran áhuga millum fólk, ið hvussu so er millum okkum skrivandi.
Men tað var nú spell, at tú ikki vart eitt sindur spískari í tínum spurningum og kanska meiri grópandi og áhaldandi, nettupp tá ið tað snúði seg um útgevaran Jógvan Isaksen, innstillaran Jógvan Isaksen og ógegnið hjá Jógavni Isaksen! Har átti tú ikki at latið hann sloppið so lætt, sum hann slapp! Men eg rokni við at hetta verður helst tikið upp í øðrum sambandi, tí óhepnari virksemi og meiri spillandi hartil, kann neyvan hugsast at nakað er, ið hvussu so er ikki í nøkrum, sum eg havi við at gera!
Og nú eri eg fegin um at eiga eitt eintak av hesi samrøðu, tí sum eg lurtaði eftir samrøðuni við Jógvan Isaksen, rithøvund og primus motor í Mentunargrunni Studentafelagsins, hevði eg ikki trúð tí, um eg hevði ikki møguleikan at spæla samrøðuna einaferð aftrat!
Lurtarin rúsaður
Lat meg eisini siga, at tað at hoyra Jógvan Isaksen í hesi samrøðu, og í teim flestu, sum eg havi hoyrt higartil, er sum at hoyra eitt sprelskt konufólk, sum metir seg at hava hitt heimsins fittasta og besta og snøggasta mannfólk, og ein av fyrstu døgunum er so ætlanin, at tey fara at giftast! Hon greiðir frá síni eydnu á ein so sera yvirdánandi og eiggiligan hátt, at tú rúsast av henni og fært næstan hug at biða um hana ella bert at sleppa at halda um hana eitt sekund, meðan hon teskar tær siðursælu sína í oyrað!
Eisini í hesi samrøðuni verður lurtarin rúsaður av greiðu og sjálvsøgdu avgerðini hjá Jógvani Isaksen at stilla Jóanis Nielsen inn til norðurlendsku virðislønina í ár, nakrar fáar tímar eftir, at yrkingasavnið hjá honum er komið út! Ella vóru tað tveir dagar aftaná!
Var nevndin komin til líka skjóta niðurstøðu, um eitt annað forlag gav yrkingarsavnið út, kundu vit spurt fyrst. Og vit kundu eisini spurt - tó at eg neyvan rokni við at fáa nakað svar frá Jógvani - bíðaði nevndin ikki við innstillingini, til yrkingarsavnið var í handlunum? Eg havi ikki enn sæð navn Jóanisar í útlendsku bløðunum í sambandi við innstillingina, og tað fær meg at seta henda seinna spurningin!
Stóran týdning
Latið okkum hyggja eitt sindur neyvari at, hvussu hetta sær út, tá ið ein útgevari situr í eini nevnd sum innstillar til alt hetta ymiska. Jógvan Isaksen nevndi í samrøðuni, hvussu stóran týdning tað hevði fyri høvund at verða innstillaður, tó at hann ikki fekk sjálva virðislønina! Ferðingar í fleiri lond, upplestur á skúlum og við lærdar háskúlar, »treff« av ymsikum slagi, reyp, sleikjan og herðaklapp - ikki minst!
Men tað hevur ikki bert týdning fyri høvundan, tí so sanniliga hevur tað eisini týdning fyri forlagið (les Mentunargrunn Studentafelagsins, har Jógvan Isaksen er formaður) at hava ein høvund á síni bókaskrá, sum er innstillaður ikki bert eina ferð, men upp í fleiri ferðir! Hetta verður jú brúkt hvørja einastu ferð navn høvundans verður nevnt í sambandið við bókuútgávu hjá Mentunargrunni Studentafelagsins, at tað og tað árið - árini í flestu førum -, var høvundin innstillaður til Norðurlendsku Virðislønina!
Dygd, sært tú, hesin rithøvundur er innstillaður upp í fleiri ferðir til Norðurlendsku Virðislønina, so keyp, góði lesari, tí hetta er ein virdur høvundur!
Jú, sanniliga er tað ein fyrimunur at fáa síni verk útgivin á forlagnum hjá Jógvani Isaksen! Nú er tað skjótt vorðin ein treyt eisini, at verk títt skal verða útgivið á hesum forlag!
Og í fjør var eisini eitt navn á skránni hjá hesum forlag, sum varð innstillað, Carl Jóhan Jensen; men tað, at Tóroddur varð innstillaður, skilja vit so, tá ið vit hoyrdu nevndina verða navngivna í Útvarpinum fríggjadagin! Og tað árið, tá ið eingin var innstillaður - hetta vísti eg eisini á tá - var tað, tí at eingin úr fjósinum hjá Mentunargrunni Studentafelagsins hevði givið nakað út!
Ikki innhabilur
Viðvíkjandi spurninginum hjá útvarpsmanninum um inhabilitet, ógegni, so var Jógvan Isaksen sera skjótur at sleppa sær undan, og av svarinum at døma, metti hann seg ikki at vera innhabilan!
Jógvan Isaksen er primus motor, formaður, í Mentunagrunni Studentafelagsins! Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur skaldskapin hjá Jóanis Nielsen út! Jógvan Isaksen situr í nevndini - saman við Ebbu Hentze - sum innstillar til Norðurlendsku Virðislønina! Og hesin maður metir seg ikki at vera innhabilan í hesum máli, og helst heldur ikki í nøkrum øðrum máli, tá ið Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út, og Jógvan Isaksen og Ebba Hentze innstilla!
Ikki innhabilur, Jógvan Isaksen?!
Vinir og kenningar
Er tað veruliga so illa statt í Føroyum, at ein nevnd, sum skal innstilla rithøvund og verk hansara til slíka virðisløn, ikki kann mannast av øðrum enn rithøvundum?!
Og er tað veruliga so illa statt í Føroyum, at Jógvan Isaksen og Ebba Hentze eru teir einastu føroyingar í øllum heiminum, sum í mannaminni skulu manna hesar ymsiku nevndirnar sum innstilla, og innstilla teir somu høvundarnar eftir tørni?!
Og hvussu ber tað so til, at ikki onnur forløg fáa sítt umboð í hesa nevndina?
Og hví eru bert 3 umboð í nevndini, har Jógvan Isaksen og Ebba Hentze fyri tað kundu sitið einsamøll?
Er eingin sál eftir í mentanini her á landi ella hevur tað ongantíð verið tað?!
Ólavur í Beiti
rithøvundur