8250 fólk teknaðu seg til Robinson í ár. 106 vórðu vald út, og 36 av teimum eru vorðin til tað, tey nú kalla »aspirantar«. Mánakvøldið vóru tey 23 eftir, og enn vanta fimm at verða koyrd úr sendingini.
Í mánakvøldssendingini »Robinson aspiranterne« hjá TV3 var føroyska Birita á Løgmansbø Bláhamar aftur á skíggjanum. Tó var ikki so nógv at síggja og hoyra til hana hesuferð, og hon tykist at vera komin úr vandaøkinum hevur hon ligið í onkrar sendingar.
9 víðari
Í ár eru luttakararnir sum altíð býttir upp í tvey lið. Men hesuferð er annað liðið eitt sokallað hyggjaralið og eitt serfrøðingalið. Birita er við á hyggjaraliðnum. Har eru tað hyggjararnir sum hava einarætt til at gera av, hvør skal rúka út úr kappingini. Men tó eftir, at luttakararnir hava valt tvey, sum slagið skal standa ímillum.
Mánakvøldið var royndin, at liðini skuldu bæði fáa flutt seks dekk. Hesi dekkini vóru sett á tveir pelar, sum vóru hálvan fjórða metur til longdar. Trý dekk á hvørjum pela. Liðini skuldu býta um dekkini uppá so stutta tíð sum møguligt, og liðið sum vann, vann eitt fiskanet at taka við út á oynna.
Birita var væl við í royndini. Men hóast tað, so tapti hyggjaraliðið ímóti serfrøðingaliðnum.
Tað merkist heilt týðiliga, at Birita er komin væl inn í liðið aftur. Hon er tikin úr brennideplinum, og er nú ein partur av eini heild, sjálvt um hon tó ikki er ein av teimum, sum tosar mest. Men tí sosiala viðvíkjandi, er hon komin væl við aftur.
Slagið hesaferð stóð millum Fridu, sum fleiri ferðir hevur verið í heita stólinum fyrr, og ein, sum eitur Olrik. Hesuferð valdu hyggjararnir, at Frida skuldi út, og sleppur hon tískil ikki við út á oynna.
Níggju luttakarar úr hyggjaraliðnum sleppa við til Malaysia, og í løtuni eru 12 eftir. Birita tykist ikki vera í vanda fyri at verða blakað út, so tað verður spennandi at síggja, hvør hon verður við á yvirlivilsistúrinum ella ikki.
Myndatxt: Birita á Løgmansbø Bláhamar er við aftur í spælinum um at sleppa út á eina oyggj í Malaysia. Hon tykist ikki vera í vanda fyri, at verða blakað út í næstu framtíð