Síðani 1998 hava 32 lið kappast í HM-endaspælinum. Millum 1982 og 1994 kappaðust 24 lond. Í 1978 og aftur í tíðina var talið av liðum til eitt HM-endaspæl: 16 lið.
Í HM-endaspælinum í Fraklandi í 1998 og HM-endaspælinum í Brasil í 2014 vóru skotin 171 mál. Hetta vóru metnógv mál fyri eitt HM-endaspæl.
Í dag bleiv hetta metið tikið. Tey seks málini í 3-3 javnleikinum millum Argentina og Frakland (mál í brotssparkskappingum telja ikki hagfrøðisliga) gjørdu, at metið var tikið.
Í HM-endaspælinum í Katar vóru skotin samanlagt 172 mál, ið er nýtt met.
Í teimum 64 HM-dystunum, ið vóru leiktir í Katar vóru skotin í meðal 2,68 mál.