- Tað var upp á tal fyri nøkrum árum síðani at gera eitt makaskifti við landsstýrið, men tað spurdist einki burtur úr.
Tað sigur Tummas Justinussen, stjóri á Hotel Hafnia, nú Bjørt Samuelsen skjýtur upp, at keypa hotellið til næmingaíbúðir.
- Vit vóru í samráðingum við landsstýrið fyri nøkrum árum síðani um at gera eitt makaskifti, so at vit fluttu adressu, men tað spurdist kortini ikki nakað burtur úr, sigur Tummas Justinussen.
Hann sigur, at teir ongar ætlanir hava um at gevast við hotellvirkseminum, tvørtur ímóti.
Les eisini: Keypið Hotel Hafnia til íbúðir til lesandi
- Vit fara undir at umbyggja og modernisera hotellið, og ætla okkum als ikki at gevast, sigur Tummas Justinussen.
Hann hevði ikki sæð stubban um, at Bjørt Samuelsen skjeyt upp at hotellið var keypt til næmingaheim.
- Vit hava ongar ætlanir um at selja hotellið,og tað stendur heldur ikki til sølu, slær Tummas Justinussen fast.