Í fleiri ár hevur verið tosað um, hvat kann gerast fyri at fasthalda kappróðrarfólk innan ítróttina. Seinastu nógvu árini hevur talið av royndum rógvarum verið fallandi, og eitt nú hava sera fá 10-mannafør tikið lut. Í ár er hetta aftur sjónligt, nú FM-vinnararnir umborð á Klaksvíkingi ikki longur seta seg førar fyri at manna bátin.
- Tað eru helst fleiri lutir, sum gera seg galdandi. Men eg ivist ikki í, at vantandi avbjóðingar eru ein stór orsøk, sigur Magnus Norðberg, sum í fleiri ár hevur verið partur av manningini umborð á Klaksvíkingi, og sum eisini hevur verið virkin í nevndararbeiðinum í Klaksvíkiar Róðrarfelag.
Lesið eisini: Klaksvíkingur ikki mannaður í ár
- Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki. Vit eru nógv, sum í fleiri ár hava víst á, at Róðrarsambandið ger alt ov lítið fyri at eggja vaksnu róðrarfólkunum. Vit síggja samstundis, at Róðrarsambandið kann savna einar 100.000 krónur til tey, sum fara til Boston at rógva inniróður, men við allari virðing fyri teimum, so hevur ikki stórvegis við kappróður at gera. Tað vildi næstan svarað til at sent føroyameistaran í borðtennis til eina altjóða tenniskapping, heldur Magnus.
- Og tú skalt minnast til, at nógv av hesum er peningur, sum kappróðurin savnar inn. Eitt nú fær Róðrarsambandið ein part av tí, sum Norðoyastevnan gevur, men tað er lítil meining í, at hetta verður brúkt til eina heilt aðra ítróttagrein, har talan í fleiri førum er um luttakarar, sum als ikki hava nakað við føroyskan kappróður at gera.
- Vit hava í fleiri ár víst á hendan trupulleika, men tá eingin tykist lurta, so merkir tað eisini motivatiónina. Tað krevur nógv, tá tú rør, og tá vildi tað verið gott, um okkurt mál var, sum rakk longur enn til bara sjálvt FM-heitið. Tann gularótin er als ikki til staðar, og so ber illa til at fasthalda áhugan hjá róðrarfólkinum, og tað er stórt spell. Tí heldur tú á við venjingini, so er einki til hindurs fyri at rógva, til tú ert væl uppi í 40’unum, heldur Magnus Norðberg.