Ongar avleiðingar í flokkinum

Tað hevur ongar avleiðingar fingið fyri Katrina Dahl Jakobsen, at hon tók ov harðliga til orðanna undir fíggjarlógarviðgerðini. Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at tað er uppgávan hjá floksformanninum at halda í oyruni á sínum fólkum. Tey eiga sjálv at kenna sær hógv

Formansskapurin hjá løgtinginum kom til eina niðurstøðu. Tað var ikki rætt av javnaðarkvinnuni Katrin Dahl Jakobsen at samanbera aðrar politikarar við nasistarnar undir øðrum heimsbardaga undir fíggjarlógarviðgerðin.
Hendan niðurstøða hevur kortini ikki ført til nakra endurskoðan ella sjálvrannsakan í Javnaðarflokkinum, og Katrin Dahl Jakobsen hevur heldur onga átalu fingið frá leiðsluni.
? Vit kunnu bara taka átaluna til eftirtektar, men vit hava ikki viðgjørt málið enn, tí vit hava als ikki fingið nakað skrivligt frá formansskapinum, og tí hava vit heldur ikki gjørt nakra niðurstøðu, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.
Orðaskiftið er mangan hart, viðgongur Jóannes Eidesgaard, og fólk leypa onkuntíð framav, men hann er kortini ikki samdur við Jógvan Sundstein, tá hann sigur, at orðaskiftið er farið av sporinum og er á lægri stigi, enn tað plagdi at vera.
? Vit skulu minnast til, at Jógvan Sundstein sjálvur var ein framúr siðiligur og hampiligur maður, sum ongantíð hevjaði røddina ella var óskikkiligur. Tað vóru aðrir, sum vóru harðmæltari og tóku harðliga til orðanna, men sjálvandi gongur eitt mark onkustaðni, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað hevði verið tiltrongt, um tingið viðgjørdi, hvat er góður málburður, heldur hann. Tað týdningarmesta er, at øll fáa eins viðgerð, men tað ivast hann í, um øll fáa í dag.
? Tað, sum er mest umráðandi, er at øll vera viðfarin líka. Eg havi sjálvur merkt á mínum egna kroppi, hvussu tað er at vera lagdur undir líkt og ólíkt og havi eitt nú fingið at vita, at eg eri landasvíkjari. Vanliga gevur tað deyðarevsing at svíkja landið, men formansskapurin ikki so mikið sum átalaði ta ferðina, sigur Jóannes Eidesgaard.Hann tekur ikki undir við, at tað eru formenninir, sum skulu halda í oyruni á sínum fólkum. Tað eigur at vera upp til hvønn tingmannin sær.
? Tað kann ikki vera okkara uppgáva at taka fólkavaldar politikara í skúla. Teir mugu sjálvir finna sín leist í tinginum, og tað gongur skjótt upp fyri teimum, hvat er borðbært. Hinvegin kundi tað verið eitt hugskot, um vit fingu meiri dissiplin í flokkunum við at broytt mannagongdir. Um flokkarnir hildu seg til at hava framsøgumenn, sum taka sær av ávísum málum, so slapst kanska undan, at alt fór upp at gartera í tinginum, tí tað er tá, at orðaskiftið verður so torført at stýra, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tey, sum hildu, at málið um málburðin í tinginum, steðgaði við niðurstøðuni hjá formansskapinum, fóru skeiv. Í blaðnum í gjár legði Jóannes Eidesgaard harðliga eftir Tjóðveldisflokkinum, og í dagsins blaði fær hann aftur av somu skuffu.