Ongar broytingar í ALS á hesum sinni

Johan Dahl hevur tikið eitt uppskot um umfatandi broytingar í ALS skipanini, aftur

Tað verða ongar broytingar í ALS skipanini á hesum sinni.

Tað kann staðfestast eftir tingfundin í gjár, sum var tann seinasti í hesum árinum.

Tann 4 november legði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, uppskot fyri løgtingið um umfatandi broytingar í ALS.

Í hesum sambandi er ætlanin at broyta skipanina við bíðidøgum, karensdagøgu, inngjaldið o.s.fr.

 

Serligan ans vakti tað eisini, at ætlanin er eisini at avtaka skipanina við farloyvi, har tað skal bera til hjá starvsfólki at fara í faaarloyvi í starvinum fyri at lata ein arbeiðsleysan røkja tað í eina tíð.

 

Málið var til umrøðu í løgtinginum hálvan november og tá reistu løgtingslimir fleiri spurningar.

Eitt, løgtingsmenn staðfestu, var, at tey vildu ikki bara vera eitt blátt stempul hjá AlS skipanina og bara samtykkja alt, stýrið fyri skipanina kom við.

 

Fleiri tinglimir halda, at tingið eigur sjálvt at hava ein virknari leiklut og gera av, hvussu skipanin skal vera.

Men á løgtingsfundinum í gjár boðaði Johan Dahl frá, at hann tekur uppskotið aftur.

Samstundis var tað ongi annar í løgtinginum, sum boðaði frá at tey tóku málið uppaftur og tískil er tað fallið burtur aftur.