Sum vit skrivaðu í síðstu viku, eru tað tvey valevnir, ið bjóða seg fram til formanssessin í Fótbóltssambandi Føroya. Annar er Óli Holm í Vági, meðan hin er Christian Andreasen á Argjum. Báðir eru teir gamlir í garði í FSF, so óansæð hvør ið verður valdur, er tað eingin ivi um, at nýggi formaðurin í FSF hevur royndar innan øki.
Fimm uppskot til nevndarsess
Til hinar nevndarsessirnar í FSF eru fimm valevnir skotin upp. Teir fimm (allir eru mannfólk) eru Per Hansen, Rúni Heinesen, Bjarki Mohr, Magnus á Stongum og Karl Vidtfeldt. Rúni Heinesen og Karl Vidtfeldt sita báðir í nevndini í FSF, men standa fyri vali í ár.
Framhaldandi aðalfundurin hjá FSF verður í hølunum hjá fótbóltssambandinum, og hann byrjar klokkan tíggju leygarmorgunin. Á skránni er val av nevndum og varalimum, umframt val av ríkisviðurkendum grannskoðara. Síðsta punkt á dagsskránni til fundin er ymiskt, og har hevur FSF eitt uppskot um broting í "kappingarreglunum fyri fótbólt".
Uppskotið hjá FSF snýr seg um tað sonevnda flytingarvindeyga. T.v.s. nær leikarar kunnu skifta millum feløg. FSF skýtur upp, at tað millum kappingarárini bert er loyvt at skifta felag, frá tí at kappingarárið endar og okkurt um átta vikur fram. Í summarstegðinum skal verða loyvt spælarum at skifta felag eftir seinasta leikdag í fyrra hálvu og til við tveir dagar, áðrenn seinna hálva byrjar.