Tilfeingisgjald
Alfred Olsen, umboð hjá Sambandsflokkinum í Vinnunevndini, sigur, at tey sum so eru ímóti at áleggja føroyska flotanum eyka byrður.
- Fyrst og fremst, so hava vit í dag eina skipan, har loyvi longu eru útskrivað yvir tíggju ár. Tað eru tær treytirnar, sum verandi reiðarar hava roknað við, tá hesir hava gjørt sína íløgu, og tí er tað skeivt, um tað frá politiskari síðu brádliga verður gripið kollveltandi inn í ta skipanina.
- Samstundis vil eitt tilfeingisgjald altíð verða álagt tí partinum av fiskivinnuni, sum skapar virðini í hesi, og tað halda vit ikki vera nakað gott hugskot.
Men vit síggja í dag fleiri stórar handlar við loyvum, sum eru fingin ókeypis frá landinum. Er tað ikki eitt sindur óheppið.
- Tá tú hevur eina fría vinnu, sum gongur væl, so vil prísásetingin í handlum innan vinnuna eisini verða ávirkað av hesum. Tí sært tú hesar handlar, har loyvini hava eitt størri virði enn sjálvt skipið, tá handlað verður. Tað kann kanska vera óheppið í nøkrum førum, men har og frá og til at áleggja eina rentu, sum verður roknað eftir hvørjum sterti, sum kemur upp á land er eitt sera langt lop.
Men um hugskotið verður broytt til okkurt slag av fiskidagabanka. Vil tað tá vera nakað, sum tit kunnu taka undir við?
- Nei. Talan er í prinsippiunum um tað sama. Nevnliga at áleggja vinnuni eitt gjald, og tí taka vit ikki undir við, staðfestir Alfred Olsen, sum tó leggur afturat, at teir fegin síggja eitt betri gjøgnumskygni í vinnuni.
- Tað hevur jú verið tosað um okkurt slag av portali, har allir handlar við loyvum skulu ígjøgnum, og tí hugskotinum kunnu vit væl taka undir við. Tað vil skapa eitt gjøgnuskygni í mun til verandi støðu, har handlarnir bara henda, uttan at nakar veit av tí. Tá tosa vit um gjøgnumskygni, sum tó ikki merkir øktar byrður á vinnuna, og tí sjónarmiðinum kunnu vit væl taka undir við sigur næstformaðurin í Sambandsflokkinum at enda.