Ongar sparingar í Sørvági

Skattainntøkan í Sørvágs kommunu var eit vet størri fyrra hálvár í ár enn í sama tíðarskeiði í fjør Fyrra hálvár í fjør var skattainntøkan hjá Sørvágs kommunu 14.226.669 krónur, og fyrra hálvár í 2009 hevur hon verið 14.675.035 krónur, sum gevur eina meirinntøku uppá 448.366 krónur ella 3,15%. Tað skrivar Vágaportalurin.

-Í veruleikanum hava vit eina knappa hálva millión krónur meira, enn roknað varð við, so vit eru heilt væl nøgdir, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri, við Vágaportalin.

Hann leggur afturat, at kommunan hevur ongar ætlanir um at endurskoða fíggjarætlanina og fer heldur ikki at fremja nakrar sparingar, soeliðis sum støðan er.