Ongar ítróttarligar avleiðingar fyri EB/Streym

EB/Streymur fær framvegis 400.000 krónur í bót, sum skal gjaldast yvir tvey ár, og formaður og nevndarlimir í felagnum fáa framvegis forboð ímóti at virka í føroyskum fótbólti ávikavist í 12 og seks ár.

Eftir at Yvirkærunevndin í dag er komin við sínum niðurskurði um viðgerðina, Aganevndin hevði av Loyvisnevndini, er sostatt greitt, at tað ongar ítróttarligar avleiðingar fær fyri EB/Streym, at felagið í eitt tvey ára skeið av órøttum fekk 5,3 milliónir krónur.

Yvirkærunevndin kemur til ta niðurstøðu, at tær atfinnandi viðmerkingar, Aganevndin hevði um Loyvisnevndina, skulu setast úr gildi.

Aganevndin fanst í síni avgerð at Loyvisnevndini og segði, at hon ikki hevði framt nøktandi eftirlit, men hesum hevur Loyvisnevndin staðiliga víst aftur, sum eisini Yvirkærunevndin nú tekur undir við.

Av tí at EB/Streymur tók sína kæru til Yvirkærunevndina aftur, verður tann parturin av dómsúrskurðinum hjá Aganevndini frá 12. juli standandi óbroyttur.

Yvirkærunevndin skjýtur annars upp fyri Fótbóltssambandinum, at regluverkið har verður broytt soleiðis, at útgreinað verður týðiliga, hvat málsræði og málsøki er hjá ávikavist Aganevnd og Loyvisnevnd.