info
Ongi úrslit

Ongi børn skulu sendast av landinum

Sirið Stenberg, valevni fyri Tjóðveldi
18. november 2022 kl. 16:36

Fyri nøkrum árum síðan var semja í politisku skipanini um, at børn og ung skulu hava viðgerðartilboð í Føroyum. Vit skuldu ikki senda børn av landinum, men gera nøktandi tilboð í Føroyum.

Tó so verða í miðal 5 børn send á stovn í Danmark árliga. Kostnaður er millum 200.000 kr. og 500.000 kr. um mánaðin, hoyrdu vit í tíðindunum í dag. Tað má man eisini fáa nógv fyri í Føroyum.

Eitt er ørandi upphæddirnar í krónum og oyrum, annað er stóri menniskjaligi prísurin. At eitt ungt menniskja við trupulleikum verður sent í annað umhvørvi, til annað mál og aðra mentan, og soleiðis verður avskorið frá familju, vinum, netverkið og øðrum er brot á øll rættindi. Og stigmatiseringin, sum fylgir við- stemplið; Føroyar er ikki fyri teg! Tað er ikki einum framkomnum samfelag verdugt.

Samstundis hoyra vit um niðurkoyrd fosturforeldur, sum ikki fáa nøktandi hjálp, og tí kasta handklæðið í ringin. Og vit hoyra um manglandi frítíðartilboð til børn við avbjóðingum. 

Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Tíðin er komin at endavenda og nýhugsa alla ta almennu skipanina, sum skal hjálpa og stuðla øllum teimum, sum hava serligan tørv. Tað sær ikki út til, at hetta einans kann loysast við pengum, hóast tað uttan iva er partur av trupulleikanum. Onkur má eisini tryggja at, peningurin kemur út til børnini, og at alt arbeiðið tekur støði í at hjálpa teimum, sum koma í neyð. Lógarbroytingar eru nokk eisini neyðugar, men politiskur vilji og dirvi skal til. Almennu skipanirnar eru til fyri at tæna fólki, og tað má og skal vera aðalmálið.

Hetta er eitt av teimum málum, sum eg framhaldandi vil arbeiða fyri.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

 

 


 [SS1]

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

21 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

23 minuttir síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

1 tími síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

1 tími síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Tíðindi

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump sigur seg steðga milli­arda­stuðli­num til Ísraels

2 tímar síðan
Hondbóltur

Eingin søla við dyrnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving størri enn nakrantíð

4 tímar síðan
Tíðindi

USA velur: Valdið hjá Trump stendur upp á spæl

4 tímar síðan
Tíðindi

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

6 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu

6 tímar síðan